Jødisk máltíð í føroyskum umhvørvi

Í gjárkvøldið bjóðaði Hin Føroyska Ísraelsmissiónin til heimsins mest umtalaðu og væl kendu páskamáltíðina.
Høvið var her at smakka hvussu Ísraelsfólk varð bjargað út úr Egyptalandi fyri mongum túsund árum síðani.

Tað er rætt ísraelskt lag her í Meinigheitshúsinum.
Boðið er inn til eina jødiska páskamáltíð, sum er heimsins mest umtalaða og kenda máltíð.
Við borðini sita væl omanfyri 125 fólk, sum spent bíða eftir at hetta tiltakið skal byrja.
Á borðunum stendur eitt fat við mati, sum verður nýttur til eina slíka máltíð í Ísrael. Undir liðini á tí stendur tað ísraelska flaggið og á veggunum hanga fleiri størri fløgg.
Í einum horni er eitt borð og ein veggur prýddur við ymiskum lutum, sum jødar nýta í samband við eina slíka máltíð.
Og úr einum hátalara ljóða teir eyðkendu tónarnir, tá talan er um sang og tónleik úr hesum landinum.
Tað er hin Føroyska Ísraelsmissiónin og Meinigheitshúsið í Havn sum hava boðið til hesa páskamálatíðina. Hon er roynd nakrar ferðir áður, og hevur undirtøkan verið sera góð. Í ár var einki undantak í so máta.
 
Eitt hæddarpunkt
Klokkan er farin av 19 týskvøldið, tá Frans Jensen úr Ísraelsmissiónini leggur fyri við at greiða stutt frá søguni aftanfyri hesar máltíðirnar.
Undir eini slíkari páskamáltíð verður sitið við eitt vakurt prýtt borð. Her verður lisið úr Skriftini, tað verður sungið og ein sleppur eisini at smakka, hvussu Gud bjargaði Ísraels-fólki út úr Egyptalandi á sinni.
Í roynd og veru var hetta sama máltíðin, sum Jesus át saman við sínum lærusveinum skírisdag, áðrenn hann varð dømdur og doyði á krossinum.
Hjá teimum jødunum, sum trúgva á Jesus  teimum sonevndu messiansku jødunum  er ein páskamáltíð av slíkum slagi eitt hæddarpunkt.
Teir taka eisini tekstir í Nýggja Testamenti við í máltíðina, har víst verður á, hvussu Gud frelsti heimin við at senda son sín, Messias sum varð offraður sum páskalamb heimsins.
Gjøgnum eina slíka páskamáltíð lærdu luttakararnir stutt sagt um tær jødisku og bíbilsku røturnar.
 
Eitt hav av líðing
Eins og hjá jødunum var henda jødiska páskamáltíðin eisini at meta sum ein familjuhátíð. Tí vóru bæði børn og vaksin savnað saman í gjárkvøldið.
Her fingu tey øll eina smakkiroynd av teimum jødisku páskarættunum. Millum annað fingu tey høvið at smakka ósurgað breyð, beiskar urtir so sum selleri og aðrar jødiskar rættir.
Í hesum sambandi sluppu luttakararnir at dyppa persillu niður í saltvatn og síðani eta tað.
- Hetta skal minna okkum á tárini hjá ísraelsfólki í Egyptalandi og líðingina hjá Jesusi.
- Eins og Ísrael gekk gjøgnum Reyða Havið gekk Jesus við síni pínu gjøgnum eitt hav av líðing, og við hesum frelsti hann okkum til ævigt lív, legði Frans Jensen dent á.
Seinni var høvið hjá teimum 125 luttakarunum at eta ósurgað breyð aftur við beiskari urt.
Áðrenn tiltakið endaði varð søgd tann serstaka jødiska páskaheilsanin. Øll árini, sum jødar hava livað spjaddir um allan heimin, hava teir endað páskamáltíðina við orðunum: Næsta ár í Jerusalem!.
Jødarnir sum er í Jerusalem siga: Næsta ár í tí endurreista Jerusalem. Teir messiansku jødarnir siga: Næsta ár í tí nýggja Jerusalem!
Tiltakið endaði við sanginum Jerusalem, Guds halga stað, áðrenn ein góður døgurðabiti var á skránni.