Jógvan var í mong ár løgtingsmaður, og hann var eisini landsstýrismaður og varaløgmaður.
Jógvan Durhuus er vestmenningur. Foreldrini vóru Anna Sofía fødd Poulsen og Olaf Durhuus, sum bæði vóru úr Vestmanna. Tey búðu á Heygum, og tey fingu tríggjar synir: Niels, sum býr í Vestmanna, Jógvan, og Kári sum býr í Havn.
Posturin hevði verið í familjuni, og mamman hevði við postin at gera, meðan pápin koyrdi hýruvogn. Jógvan leyk málsligt studentsprógv í Havn í 1959. Hann arbeiddi síðani á posthúsinum, og posturin í Vestmanna gjørdist hansara borgarliga lívsstarv.
Á løgtingsvalinum í 1970 vóru fleiri útskiftingar. Millum hesar var tann, at Jógvan Durhuus vann á Sigurði Joensen, sála, sum hevði verið tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Norðurstreymoyar valdømi í tólv ár. Jógvan var í fyrstu atløgu tingmaður í tíggju ár. Á valinum í 1980 var hann ikki valdur, men í 1984 varð hann aftur valdur í tingið.
Eftir valið í 1984 varð samgonga smíðað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin, og Jógvan var landsstýrismaður og varaløgmaður frá 10. januar 1985 og til 18. januar 1989. Málsøkini hjá honum í landsstýrinm vóru heilsumál, skúlamál, orkumál og landbúnaðarmál.
Á valinum í 1990 varð Jógvan ikki afturvaldur, men hann kom aftur í tingið í 1994, og so var hann tingmaður fram til 2002.
Eitt av hjartamálunum hjá Jógvani var at fáa fiskivinnuskúlan til Vestmanna. Har hevur skúlin verið nú í mong ár, og nú røkist endiliga fyri, at nýggjur skúlabygningur verður tøkur.
Millum áhugamálini hjá Jógvani í tinginum vóru ikki minst uttanríkismálini. Hann var avgjørdur NATO mótstøðumaður og ímóti at NATO skip, sum ikki vildu boða frá, hvat tey høvdu innanborða, fingu loyvi at leggja at í Føroyum. Jógvan hevur verið á ST aðalfundi í New York, og hann var limur í Útnorðurráðnum, har hann í 1999 var formaður. Í fleiri ár var Jógvan Durhuus nevndarlimur í Tryggingarsambandi Føroya.
Jógvan er giftur Hervør, sum er ættað úr Havn. Foreldur hennara vóru Hanna og Hanus við Høgadalsá. Hanus var tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í 24 ár, og fyrsta valskeiðið, sum Jógvan var í tinginum, sat hann saman við verfaðirinum.
Hervør og Jógvan eiga trý børn: Hanus og tvíburðarnar Ásla og Ólavur. Inntil fyri nøkrum fáum árum síðani búðu Hervør og Jógvan í Vestmanna. Nú búgva tey á Argjum.
Alla sína tíð hevur Jógvan verið ógvuliga áhugaður í ítrótti, og hann hevur bæði verið aktivur og stuðul í eitt nú kappróðri, hondbólti og ikki minst í talvi. Saman við pápanum og beiggjunum umboðaði hann í mong ár vestmenningar í talvi.
70 ára føðingardagurin varð hildin á Hotel Føroyum fríggjakvøldið.