LØGTINGSVAL
?Eg hevði roknað við tí.
Hesi vóru fyrstu orðini frá Jógvani Durhuss, tá vit ringdu hann upp mikumorgunin. Tjóðveldisflokkurin fekk annan tingmannin fyri Norðstreymoy, men hesin gjørdist ikki sum við seinasta val, Jógvan Durhuus. Niklái Petersen kláraði at yvirhála veteranin úr Vestmanna.
Persónliga atkvøðutalið hjá Jógvani Durhuus gjørdist 158. Við seinasta val í 1998 fekk hann 231 persónligar atkvøður,soleiðis at tað gjørdist ein persónlig niðurgongd fyri vestmenningin.
Jógvan Durhuus er tó vorðin varamaður á tingi.
Hann hevur ongar ætlanir um at stilla upp aftur.
?Eg ivaðist leingi, hvørt tað var rætt at stilla upp ella ikki. Eg fekk tó nógvar áheitanir aðrastaðni frá, so eg gjørdi av at royna hetta einaferð enn. Úrslitið hevði eg eisini roknað við. Eg eri vorðin so mikið gamal nú, at eg fari ikki at stilla uppaftur til næsta løgtingsval, sigur Jógvan Durhuus.
Tað var serliga støðan í Kollafirði, ið gjørdi Jógvan næstan vísan í, at hann ikki kom aftur á ting. Har vóru fleiri valevni, ið fyrr hava klárað seg væl, sum ikki stillaðu upp, og kollfirðingar plaga at savna seg um einkultpersónar, og tað gjørdu teir eisini hesaferð.
At Sambansflokkurin gjørdist sterki flokkurin í Norðstreymoy kemur ikki óvart á Jógvan Durhuus.
?Tað hava altíð verið sterkir her. Tað snúði seg meira um at fáa tað aftur í rættlag hjá teimum, sigur Jógvan Durhuus.
Hann heldur, at tað hava verið ræðumyndirnar hjá Sambandsflokkinum, sum hava sigrað, tí tað kann ikki vera politikkurin, sigur fyrrverandi tingmaðurin.
Sitið nógv ár
Um Niklái Petersen loyvir Jógvani framat onkra ferðina næstu fýra árini, so verður hetta triðji tingsalurin, ið Jógvan sleppur at royna á einari langari yrkisleið innan politikk.
Fyrstuferð Jógvan stillaði upp var í 1966. Hann varð fyrstuferð valdur á ting í 1970. Hann varð afturvaldur í 1974 og 1978. Við valið í 1980 slap hann ikki inn, men hann kom innaftur í 1984 og 1988. Síðani varð hann valdur aftur í 1994 og hevur sitið síðani.
Hann hevur roynt at vera bæði landsstýrismaður, løgtingsmaður og varaløgmaður í sínum 36 árum í politikki.
Jógvan er í dag 64 ára gamal, og hetta er næstan pensjónsaldur, sigur hann. Hann avvísir tó ikki ein landsstýrismannasess, um hesin skuldi verið boðin honum.