Jógvan Jensen: Keypmaður og reiðariJógvan Jensen: Keypmaður og reiðari

Jógvan Jensen var ein kendur havnarmaður, sum hevði málingahandil, og sum eisini hevði skip, sum gekk burtur

Jógvan Marius Emil Jensen var sonur Sigrid f. Nolsøe (1855-1891) og Jens í Skriv­arastovu (1854-1926). Abb­in í móðurætt var Jógv­an Nols­øe, faktor í kong­liga handli­num á Tvøroyri, son­ur Djóna, bróður Nólsoyar Páls.

Systkin Jógvans vóru Maria Matras og Julia Fuglø, báðar giftar á Viða­reiði, Jens av Reyni, Aksel Jensen og Sigurd Jensen, ið var sonur seinnu konu Skrivaran, ið var Jacobinu Paulinu f. Andreasen (1858-1931) av Eiði. Onnur systk­in vóru, ið ikki komu undan.

Fyrra kona Jógvans var Johanne Jensine f. Rasmus­sen. Seinna kona Jógvans var Agathe Elisabeth f. Vang (1902-1987) á Bø í Froðba.

Í fyrru giftu vóru eingi børn. Í seinnu giftu vóru fimm børn. Tey vóru:

Jonna Gunnvør f. 1934, býr í Sveits.

Jutta Thorgerd f. 1937 býr í Tórshavn. Var gift við Arna Petersen (1932-1989) úr Gásadali.

Erling (1938-1939).

Jógvan Erling f. 1940, býr í Tórshavn.

Kirstin f. 1945, býr í Tórshavn.

Jógvan Jensen var tíggju ára gamal, tá ið mamma hansara doyði. Tólv ára gamal fer hann til Niels Holm og konu hansara at búgva, og hjá teimum býr hann ungdómsár síni. Niels Holm hevur fyrr verið umrøddur í hesi røð.

Jógvan Jensen fekk út­­búgv­in sum málari hjá Niels Holm og arbeiddi í handli hansara. Fór síðan til Skotlands, har hann víðkaði um útbúgving sína. Har hitti hann eisini Honnu, fyrru konu sína.

Jógvan gjørdist málara­meistari í 1916 og tók sama ár við handlinum hjá Niels Holm, sum tá gavst at handla. Hann handlaði við máling og tilfari til málarayrkið.

Ì Færøernes Næringsveie frá 1918 verður m.a. sagt um handilin:

»I 1916 har forretningen faaet eneforhandling af Scopalpap, som er en ny opfindelse og bliver brugt baade til beklædning af huse indvendig, og til tagdækning. Det udmærker sig frem for alle tidligere kjendte papsorter ved, at det ikke behøver at ved­ligeholdes, idet det er meget haardere end alt andet pap. Scopal er ikke tjærepap. Siden 1904 er tusinder af private og offentlige bygn­inger tækket med Scopal overalt i Danmark, og det viser sig ogsaa allerede at faa rivende afsætning paa Færøerne«.

Eftir at Jógvan var deyð­ur, rak ætt hansara handilin víðari.

Niels Holm hevði handlað í Bringsnagøtu, men í 1920-árunum bygdu Jógvan Jensen og bróðir hansara Jens av Reyni samanbygd handilshøli í Niels Finsens gøtu. Handilin hjá Jógvani læt aftur í áttatiárunum.

Arthur Brend, ið kom úr Onglandi til Føroya í 1899, keypti ognina hjá Jens av Reyni og fór at handla har. Handilin Vilma helt til í hes­um handilshøli í mong ár.

Eitt skifti var Jógvan lærari á Tekniska Skúla og undirvísti m.a. bretskum her­­monnum, sum gingu í skúl­an undir seinna krígnum.

Um hesa tíðina fluttu mong havnarfólk út um Havnina. Jógvan bygdi sær hús á Ternuryggi, har húskið búði eina tíð. Tá var hvørki elveiting ella vatn­veiting á Ternuryggi. Jógv­an fekk sær vindmyllu til elveiting og vatnbrunn, hað­ani vatnið varð veitt inn í húsini.

 

Keypti skip

Í 1929 keypti Jógvan skonn­artina Active úr Fraklandi. Hon varð nevnd Signhild, bygd í Fraklandi í 1901 og var 250 tons.

FF-blaðið endurgevur 3. apríl 2003 frásøgn hjá Jens Andreas Hansen úr Kolla­firði, sum var við hesum skipi:

1942 fór hann við skonn­artini »Signhild«, og hann sigldi við henni øll árini til og við túrin, hon fórst av óveðri í 1945. Teir keyptu feskfisk í Íslandi, ísaðu hann og sigldu til Aberdeen at selja. 1942-1943 var Jacob Martin Jacobsen, Kol­beinagjógv, skipari. Í hesum tíðarskeiði tóku teir frakt í Aberdeen til Jákup á Dul.

 

Til Íslands at keypa fisk

Hetta árið fekk »Signhild« navnabroyting til »Active«. Hendan vanlukku túrin fara teir til 28. oktober 1944 til Íslands at keypa fisk. Tað gekk illa í hond, men at enda fáa teir uppí lastina í Reykjavík. Skipari var Frederik Olsen úr Rituvík.

Teir hildið avstað við 171 tonsum av fiski í lastini. Siglt varð suður til Vest­mannaoyggjarnar, haðani kós varð sett frá Portlandi til Onglands.

Týsdagin 16. januar var ódnarveður av útnyrðingi, skonnartseglið skrædnaði, og ein brotasjógvur skræddi skeilettið yvir kahúttini av, so nógvur sjógvur kom niður tann vegin. Manningin fór beinan vegin undir at negla segldúk fyri, so skipið ikki fyltist av sjógvi beinan vegin. Seinri hendan dagin støkk stórbummurin av, so tá bleiv bert siglt við klyvara og fokku uppi. Sjógvurin í skipinum vaks so skjótt, at neyðugt var at steðga motorinum, sum tá stóð í sjógvi. Jens Andreas fór í holt við at taka hann sundur til reinsingar og fekk hann Vølundmotorin, sum eisini dreiv lensipumpuna, í gongd aftur. Ljósmotorurin, ið var steðgaður, fekk hann eisini aftur í gongd.

 

Pumpaðu í 35 tímar

Pumpað og oyst varð uttan íhald í einar 35 tímar í vánaligastu umstøðum. Rign­ingurin á stórmastrini í bakborði brast. Skonnar­trign­ingurin í bakborði brast eisini. Hósdagin batn­aði veðrið eitt sindur, so tað gekk so toliliga at halda skip­ið lens. Men tá fóru menn at leggjast fyri, tí ong­in vatns­opin var eftir og ongin kola­moli at koyra í eldin.

Náttina til 20. januar rak »Active« fyri vág og vindi 200 fjórðingar úr Mikinesi.

Men so við eitt sóu teir skipslanternur og fóru at blussa fyri at fáa skipið til sín. Tað var íslendski trol­báturin »Fagriklettur«, ið var á veg úr Onglandi til Íslands. Hann legði seg hjá teimum at bíða eftir dags­lýsi. Avrátt varð, at Fagri­klettur skuldi sleipa »Active« ávegis móti Føroy­­um til annað skip kundi koma teimum til hjálpar. Íslendski skiparin hevði hug at bíða eftir frægari veðri. Bíðað varð til út á seinrapartin, men tá fór barometrið at falla, og hann øtlaði veðrið. Einastu ráðini vóru tá at fara av skipinum og umborð á »Fagraklett«, áðrenn myrkrið kom. Teir vónaðu at kunna bjarga skipinum dagin eftir.

Teir á Fagrakletti settu ein bjargingarflaka út, sum teir lótu reka móti »Active«. Enda varð gjørdur á flakan, so hann kundi verða drigin millum skipini. Teir blivu hálaðir í tveimum umførim umborð á »Fagraklett«. Veðr­ið var tá so nógv versn­að, at teir máttu sleppa flakanum. »Active« hvarv í kavarokinum, og teir sóu hana ikki aftur. Til skjals er sjófrágreiðing í Føroya rætti 21. februar 1945.

 

Jarðaður hjá fyrru konuni

Jógvan Jensen doyði í 1954, 74 ára gamal. Jarðarferðin var úr Ebenezer. Hann varð grivin í Gamla kirkjugarði undir liðuni á fyrru konuni Johanne og soninum Erling. Seinna kona Jógvans, Agathe, er grivin í Nýggja kirkjugarði.

 

 

 

Keldur:

Tekniski Skúlin í Tórshavn 50 ár,

Jutta Petersen,

Árni av Reyni.

 

 

 

Komandi partur

Komandi partur verður um Rasmus Jørgen Winther, sum »bygdi« gamla kirkjugarð