Jógvan og Oddmar stjórar hja P/F Wenzel

Tá Gunnar Justinussen og holdingfelagið Sjóborg keyptu bilasøluna P/F Wenzel fyrst í oktober, vórðu Jógvan Højgaard og Oddmar Ørvarodd, sum báðir hava arbeitt í mong ár í fyritøkuni, settir sum stjórar í fyritøkuni



Fyrst í oktober var elsta bilfyritøka í Føroyum seld. Talan er um P/F Wenzel, sum hevur verið í somu familju í úti við 90 ár. Fyritøkan hevur røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Fyritøkan seldi fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum í 1922.
 
Nú hevur Gunnar Justinussen og holdingfelagið Sjóborg keypt bilasøluna P/F Wenzel við bæði bygningunum og Ford-umboðnum.
 
Jógvan Højgaard og Oddmar Ørvarodd, sum báðir hava arbeitt í mong ár í fyritøkuni, eru nú stjórar í fyritøkuni, meðan  Gunnar Justinussen er nevndarformaður.
 
Jógvan og Oddmar siga, at teir síggja nógvar møguleikar við Ford. Avbjóðingin hjá teimum er, at Ford fáa ein enn størri marknaðarpart av bilasøluni í Føroyum. Teir hava eitt stórt og spennandi programm av bæði persón- og vørubilum. Nýggju Ford Galaxy og S-Max eru nýliga komnir á marknaðin, og ein heilt nýggjur Ford Mondeo kemur í vár, og seinni kemur eisini ein nýggjur C-Max.
 
Hjá P/F Wenzel eru tríggjar deildir: bilverkstaðurin, eykalutagoymslan og bilasølan.