Jógvan Páll er leirvíkingur. Sum 15 ára gamal fór hann í 1961 í læru á Tórshavnar Skipasmiðju sum maskinlærlingur. Seinni fór hann á maskinskúla og tók víðkað maskinmeistaraprógv í Danmark í 1972.
Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann í góð trý ár sum maskinmeistari á sildaverksmiðjuni Havsbrún í Fuglafirði. Síðan arbeiddi hann sum virkisleiðari hjá fyritøkuni Brøður Petersen í Fuglafirði. Eisini var hann stjóri á Brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í fimm ár.
Seinastu árini hevur hann siglt sum maskinstjóri við norskum off-shore bátum. Hann hevur siglt mest í Norðsjónum, men seinasta hálva árið í Egyptalandi.
Umframt sína útbúgving innan maskinøki, tók Jógvan Páll eisini prógv á Emmaus Bible College í Chicago USA. Hann vaks upp í einum heimi, har foreldrini ynsktu, at teirra børn skuldu hoyra Harranum til og ganga Hansara vegir, sum 11-12 ára gamal kom hann til persónliga trúgv á Harran Jesus.
Jógvan Páll hevur verið virkin innan trúboðan. Umframt at vera virkin í samkomuni Hebron í Leirvík, ferðast hann nógv kring landið og heldur møtir og møtirøðir saman við vinmonnunum Páll á Lakjuni, Svenning av Loftið, Poul Jóhan Djurhus, Osmund Justinesen og Hjørleif Vang.
Eitt av hjartamálunum hjá Jógvan Páll er ferðslutrygdin í sambandi við undirsjóartunnilin til Klaksvíkar. Hann, eins og allarflestu leirvíkingar, er heitur talsmaður fyri at øll ferðslan gjøgnum bygdina verður leidd á tryggasta hátt gjøgnum ein tunnil undir bygdini niðri við sjóvarmálan.
Foreldrini hjá Jógvan Páll eru: Fía, f. Lervig, av Regni í Leirvík, dóttir Hansinu, ættað úr Sjóvartúni á Skála, og Jógvan Lervig, uppi við Stein, úr Leirvík, og Alex Sevdal úr Fuglafirði, sonur Jóhannu Sofíu, ættað úr Skúvoy, og Poul Johannes Midjord, ættaður av Miðgerði í Kollafirði. Alex, pápi Jógvan Páll, andaðist í 1977, 69 ára gamal. Fía fylti 2. februar 94 ár og býr á sambýlinum Vesturstova í Fuglafirði.
Fía og Alex fingu fýra børn: Regin, sum býr í Runavík, Jógvan Páll og Hegin, sum búgva í Leirvík, og Osla sum býr á Kambsdali.
Eitt sum er merkisverkt, og vert at nevna í hesum sambandi, er at Fía, mamma Jógvan Páll, og tvær systrar hennara fingu allar fýra børn, fyrst tríggjar dreingir og eina gentu, sum er yngst og tykist mynstrið at ganga aftur í familjuni.
Jógvan Páll er giftur Margaret, dóttir Evald og Jardtrud Johannesen úr Fuglafirði. Tey eiga dóttrina Fíu, sum er gift Poul í Skorini úr Havn, ið eiga børnini lítlu Elsu og lítla Jógvan Páll.
Føðingardagurin verður hildin við vælkomst í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Leirvík frá kl. 11-16.