Jógvan Róin 80 ár

Týsdagin 2. oktober verður Jógvan Róin, fyrrverandi yvirlækni, 80 ár. Vit hava hitt hann og fingið eitt prát um hansara lív

Jógvan er fuglfirðingur. Pápi hansara var Jákup Frans f. Eldevig úr Fuglafirði og mamman var Lutheria, ættað úr Lorvík. Jákup Frants var fiskimaður.

Jógvan gekk í skúla í Fuglafirði. Lærarar vóru Eliesar Reynberg og Karl Kristiansen. So var lærarinna, sum var helvtina av tíðini í Fuglafirði og hina helvtina á Hellunum. Seinasu árini var Sigurd Petersen eisini lærari.

Um tað gekk sum vanligt hjá øðrum ungum dreingjum, hevði Jógvan helst farið til skips, tá ið hann fór úr skúlanum. Men 13-14 ára gamal fekk hann ”smittuna”, sum tað varð kallað. Hetta var lungnahindabruni, sum kundi føra til tuberklar, um illa vildi til. Men ein kundi eisini gerast frískur, og hendi hetta, var so at siga sloppið við tuberklum, tí sjúkan virkaði sum ein vaksinatión.

Jógvan slapp væl, hann lá í seingini 3 vikur og gjørdist frískur aftur. Men enn hevur hann ein plett á lunganum, og hann skuldi eisini ganga til kontroll.

Í hesi støðu var neyvan ráðiligt at fara til skips. Mostir Jógvan, Bina Lervig, sum búði í Havn, bjóðaði honum at koma at búgva hjá sær, um hann hevði hug til at fara á preliminerskúla. Hon hevði skógvahandilin ”hjá Demmus” í mong ár. Demmus var skómakari, ættaður úr Skálavik, og hevði eisini útsølu av skóm.

Jógvan tók av og fór í 1942 til Havnar í skúla. Teir vóru 13 næmingar, og her kom Jógvan í flokk saman við so kendum fólki sum Johan Nielsen, Jonu Henriken, Tummas N. Djurhuus og Mogens Egholm, sum seinni gjørdist ein starvsfelagi.

Preliminerprógv tók tvey ár. Síðan helt Jógvan fram á studentaskúla, sum eisini tók tvey ár, hann var tískil liðugur við hesa skúlagongd í 1946. Tá skuldi yrkisleiðin veljast.

Hann ætlaði at gerast verkfrøðingur, men her var ikki pláss. Síðan avgjørdi hann at fara at lesa til lækna, og hannn fór longu niður í 1946.

 

Royndi kortini sjólívið

 

Í støðgum í sínum lesnaði kom Jógvan kortini at royna sjólívið. Í 1948 og 1949 sigldi hann við Kross-steini. Hetta var ein av teimum ensku koltrolarunum, sum komu til Føroyar eftir kríggið. Reiðari var Jákup Haraldsen, keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Seinast í 40-unum gekk framvegis hampiliga væl við hesum skipum, og Jógvan fór við hesum skipi á saltfiskaveiðu í Barentshavið. Hetta var í teirri tíðini, tá ið toskurin var so sera smáur at virka, og tveir triðingar av veiðuni fór út aftur.

Í 1950 var Jógvan við Kyrjasteini hjá sama reiðarí. Teir vóru á línuveiðu í Grønlandi. Kyrjasteinur var komin til Føroya nýbygdur í 1937 og var tá roknaður sum eitt av fremstu skipunum í flotanum. Hann var framvegis eitt væla skip í 1950.

Jógvan kom eisini at royna sjólívið nógv seinni. Hann kendi væl Pola Johannesen, og Poli bjóðaði honum eina summaferiu at koma við trolbátinum Marjun í Eystursjógvin, har føroyingar høvdu nokk so nógva roynd hesa tíðina í 70-unum.

 

Gjørdist medisinari

 

Jógvan verður liðugur sum lækni í 1957. Tá vóru tríggjar høvuðslinjur, sum ein lækni kundi velja sær. Tað var medisin, kirurgi ella psykiatri.

Fram til 1959 var landssjúkrahúsið rikið við einum lækna, sum spenti um bæði medisinska og kirurgiska viðgerð. Men sum gongdin var í læknavísindi varð neyðugt at býta hetta upp. Tískil fekk landssjúkrahúsið í 1959 ein medisinskan yvirlækna, og var hetta danin Bent Jensen.

Jógvan valdi í fyrsta umfari at gerast serlækni í medisinskari viðgerð. Fyrstu tíðina eftir próvtøkuna arbeiddi hann á sjúkrahúsunum á Frederiksberg og Gentofte. Árini 1960-1963 arbeiddi hann í Havn saman við Bent Jensen.

Innan fyri medisinska viðgerð eru eisini sergreinir, og tí søkti Jógvan í 1963 um 1. hjálparlæknastarv á hospitalinum í Odensen, har hann skuldu fáa sær serkunnleika í maga- og tarmsjúkum. Hetta starv fekk hann, hetta var ein fantastikur kjansur sigur Jógvan. Sjúkrahúsið var í sær sjálvum sera frammarlaga. Afturat tí var eisini lærdur háskúli í Odense, har læknafrálæran var knýtt at sjúkrahúsinum, og gjørdi hetta møguleikan enn betri at fáa sum mest burtur úr.

 

Stóra tokvanlukkan

 

Í Odense kom Jógvan út fyri eini skakandi hending. Hetta var 10. august 1967 um kl. 10-11 á morgni. Tá rendu tvey tok saman sunnanfyri Odense.

Hetta var ein sera ógvuslig vanlukka. Teir komu seks læknar til vanlukkustaðið beinanvegin og Jógvan var ein teirra. Líkindini vóru ring og tað regnaði av grimd. Samanstoyturin hevði verið so harður, at tað lógu tríggir tokvognar omaná hvørjum øðrum. Nógv fólk sótu føst og máttu skerast leys. Tá mátti bráfeingis hjálpin vera at geva teimum morfin fyri at doyva pínuna. Jógvan skuldi so saman við Falk royna at hjálpa teimum í tí mittasta vogninum, har teir lógu oman á hvørjum øðrum.

Hetta man vera ein tann ringasta tokvanlukka í Danmark í nýggjari tíð. Tað doyðu 11 fólk, 17 vórðu álvarsliga løstað og 19 minni løstað.

Hetta merkti eisini, at sjúkrahúsið í Odensen varð yvirfylt hesa tíðina. Tað vóru eisini óbeinleiðis offur. Ein av sjúklingunum hjá Jógvan átti ein son, sum var í tokinum. Tá ið hon hoyrir tíðindini um vanlukkuna fer hon í skundi á vanlukkustaðið at leita eftir soninum. Hon finnur hann ikki, og gerst so skøkk, at hon støkkur upp at bløða, og mátti tí eisini fáa læknahjálp. Seinni vísti tað seg kortini, at sonurin var sloppin sera væl. Tað gekk leingi, áðrenn alt var komið uppá pláss á sjúkrahúsinum eftir hesa hending.

 

Gerst yvirlækni

 

Aftaná tíðina í Odense fer Jógvan upp til Holstebro í Norðurjútlandi at arbeiða sum yvirlækni á sjúkrahúsinum har í býnum og á sjúkrahúsinum í Lemvig nærindis. Í Holstebro nýtti hann sín serkunnleika innan tarm- og magasjúkur, meðan tað í Lemvig var medisinski førleikin. Hetta vóru tvey sera ymisk sjúkrahús. Tað í Lemvig var sum í Klaksvík, meðan tað í Holstebro er størri enn í Havn.

Í 1973 fer Bent Jensen úr Føroyum, og Jógvan fekk hansara starv. Veruliga hevði hann ætlað sær at vera nøkur ár afturat í Danmark fyri at fáa størri royndir innan sítt serøki, men sum landið lá, var besti møguleikin at koma heim tá.

Tað hevur verið ein sera stór menning á viðgerðarmøguleikunum hesa tíðina innan medisinska økið. Tað eru so nógv betri møguleikar at lekja fólk við heilivági, enn tað hevur verið. Hetta sæst eisini á útreiðslunum til heilivág!

Tað vísti seg skjótt at gerast tørvur á øðrum serlæknum á medisinsku deildini. Ein tann fyrsti serlæknin, sum kom afturat, var Erik Norderø, sum var serlækni í hjartasjúkum. Síðan eru serlæknar komnir á øðrum økjum.

 

Hava funnið fyrsta sjúkling við sukursjúku

 

Jógvan hevur eisini verið nógv við í gransking. Sukursjúka hevur verið eitt av hansara arbeiðs- og áhugaøkjum.

Hann var við í eini granskingarverkætlan í samband við sukursjúku. Endamálið hevur millum annað verið at finna fram til upprunan av sukursjúku í Føroyum, og at fáa staðfest um sukursjúka er arvilig. Í samband við hesa verkæltan vitjaðu tey 84 familjur við sukursjúku. Tað er eydnast at finna fram til fyrsta sukursjúkusjúklingin í Føroyum, og tað er staðfest, at sukursjúkan upprunaliga kemur úr Noregi. Tað varð eisini staðfest, at sukursjúkan í hvussu er partvíst er arvilig. Umhvørvið hevur eisini ávirkan.

 

Tað var ikki fyrr enn í 1920-unum, at tað bar til at viðgera sukursjúku við insulin. Àðrenn tað var hetta ein deyðilig sjúka, men nú verður roynt á ymiskan háttt at gera lívið hjá sjúklingum so gott sum gjørligt, millum annað við kostráðgeving.

Jógvan var eisini við til at stovna Diabetisfelagið, hann var nevndarlimur inntil fyri nøkrum árum síðani.

Eisini hevur Jógvan verið við í norðurlendskari granskingarætlan viðvíkjandi magasár. Kannað hevur verið sløgini av magasári og títtleiki. Magasár fæst oftast av strongd, men eisini av heilivági, sum fer illa við maganum. Tað hoyrist ikki so nógv um magasár í dag, tí heilivágurin er so góður.

Eisini hevur Jógvan verið við til at fáa staðfest, at ein sjúka, sum føroyingar hava meira av enn onnur, er bløðandi tjúkktarmssjúkur, har bløtt verður úr endatarminum. Orsøkin fyri hesum er uttan iva, at føroyingar eta meira feitt enn onnur, og hetta elvir til hesa sjúkuna.

 

Undangongumaður í endoskopi

 

Jógvan hevur verið undangongumaður í endoskopi ella sokallað kikarakanning og -viðgerð. Hetta merkir, at tað ber til at geva fólki skurðviðgerðir uttan at opa tey. Til dømis kunnu gall og nýrasgteinar takast gjøgnum eitt lítið hol í búkinum. Viðgerðin kann eisini gerast við at koyra ”kikaran” niður gjøgnum vælindið. Hetta er nógv betri fyri sjúklingin og sparir fleiri dagar í innlegging.

Tað hevur verið ein stór læknaráðstevna í Føroyum um hendan viðgerðarháttin, har Jógvan var ein oddamaður.

Til stuttleika kann verða nevnt, at einaferð varð skrivað í bløðunum, at shahurin í Iran hevði fingið hesa kollveltandi viðgerðina. Men hetta var ikki annað enn tað, sum Jógvan longu tá var í holt við.

Eitt annað er viðgerð við lasara. Meðan Jógvan arbeiddi har, fekk sjúkrahúsverkið eitt slíkt tól frá Føroya Felag móti Krabbameini. Hetta tól kundi brúkast til at opa trongar. Eitt dømi er, tá ið fólk kundu fáa krabbamein í hálsinum, og hann typpist meira og meira. Tá ber til við lasara at opa hendan trongan. Jógvan var tá í London at læra seg at nýta hetta tól, sum hevur lætt nógv um hjá sjúklingum.

 

Eisini menniskjansligur

 

Meðan tað hevur verið arbeitt við hesi grein hava vit fingið eitt gott dømi um, hvussu Jógvan er sum menniskja. Tað var ein sjúklingur, sum var sera sjúkur í nógv ár. Her var tað eisini galdandi, at familjan var so nógv um hendan sjúklingin, eisini tá ið viðkomandi var niðri í longri tíð til viðgerðar, og familjan var saman við honum.

Henda umsorgan var so serlig, at hon vakti ans niðri. Tá ið viðkomandi kom heim aftur, fekk sjúklingurin bræv frá Jógvani, har hann segði seg vera stoltan av at vera hennara og teirra landsmaður. Hetta hevur skapað eina slíkan tokka hjá familjuni hjá viðkomandi til Jógvan, at tey enn taka til hesa hending, hóast tað er mong ár liðin.

 

Læknin hevur orðið

 

Í nógv ár var Jógvan eisni radiolækni. Hann hevði stuttar sendingar í útvarpinum, har hann greiddi um læknalig evni. Hesa sendingar gjørdi hann longu, meðan hann búði í Danmark. Hann tosaði sendingarnar inn á band og sendi tær heim at spæla av.

Jógvan fær tað ummæli frá starvsfeløgum, at hann er róligur, nærlagdur og arbeiðssamur, og at hann hevur verið slóðbrótari á ymiskum økjum.

 

Legði frá sær og kortini ikki

 

Jógvan fór frá við eftirløn í 1995, men hetta merkir ikki, at hann er givin at arbeiða. Hann hevur verið fleiri tíðarskeið í Noregi og Svøríki, har hann hevur arbeitt á sjúkrahúsi. Tey seinastu árini, og seinast nú í summar, hevur hann loyst av á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hann er enn lækni á hvíldarheiminum Naina.

 

Familjan

 

Í lestrartíðini møtti Jógvan Lilli Wellington Pedersen, og giftust tey í 1951. Lilli var Jógvani ein dyggur stuðul. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir og tók sær av teimum fimm børnunumm, líkamikið um bústaðurin var Keypmannahavn, Tórshavn, Odense, Lemvig ella aftur Tórshavn.

Hóast familjan flutti nógv, hava tey við summarhúsinum á Suðurfjóni, ið tey keyptu í 1965, og sum tey eiga enn, altíð havt hetta stað at venda aftur til. Í hesu perluni skapti Lilli tryggar karmar hjá allari familjuni. Hóast Lilli var donsk, dámdi henni sera væl í Føroyum. Serliga dámdi henni væl at ferðast í føroysku náttúrini, og mangir vóru túrarnir, ið familjan gjørdi bæði her heima og uttanlands. Hon doyði brádliga í 1986 bert 59 ára gomul.

Jógvan hevur eisini sítt at passa. Hann býr uppi á Hoyvík í húsum, sum hann bygdi sær eftir, at tey komu til Føroyar. Honum dámar væl at vera í havanum, og eisini at fara á flot.

Børnini eru Bjørg, Ása, Frans, Ruth og Andras. Abbabørnini eru 12, og tað er eisini komið eitt langabbabarn.

Nú føðingardagin hava børnini bjóðað honum til Rom, og hetta hevur hann glett seg nógv til.

Jógvan ber sín aldur sera væl. Vit vilja eisini ynskja honum tillukku við hesum stóra degi.

 

ó.