Jógvan Skorheim nýggjur borgarstjóri í Klaksvík

Greitt er nú, at Klaksvík fær nýggjan borgarstjóra. Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gjørt av at skipa nýggja samgongu. Borgarstjóri verður Jógvan Skorheim, sum seinastu fýra árini hevur verið varaborgarstjóri. Størsti flokkurin í Klaksvík, Fólkaflokkurin, sum endurvann sini fimm umboð, verður einasti andstøðuflokkur. Hóast Fólkaflokkurin hevði eitt gott val, so var afturgongdin 4,3 prosent - og tað ríður um snarið við tí fimta umboðnum, tí minni ein ein atkvøða kann broyta býtið soleiðis, at Javnaðarflokkurin kann fáa tað frá Fólkaflokkinum.

Teir tríggir flokkarnir hava avtalað fund í morgin, og tá verður farið undir at skipa nýggju samgongun formliga.

Størstu framgongdina hevði Sjálvstýrisflokkurin. Framgongdin var 7,3 prosent, og tað gav flokkinum eitt umboð afturat. Tað var Kristian Eli Zachariassen, sum áður hevur umboðað flokkin í býráðnum.

Sambandsflokkurin gekk 4 prosent aftur og misti sína umboðan.

Javnaðarflokkurin gekk trý prosent aftur og misti annað umboðið. Sighild Vilhelmsdóttir Johannesen varð vald. Um flokkurin vinnur eina atkvøðu í fínteljingini og fær eitt umboð afturat, so verður tað Tummas Lervig.

Tjóðveldisflokkurin í Klaksvík gekk fram við 4,2 prosentum og vann eitt umboð afturat.

Klaksvíkar býráð sær nú soleiðis út:

Fólkaflokkurin:

Gunvá við Keldu 302

Elisabeth M. Gunnleygsdóttir 138

Eyðstein Ó. Poulsen 108

Atli S. Justinussen 107

Herfríð Sørensen 87

Tjóðveldi:

Steinbjørn Jacobsen 244

Óluvá Klettskarð 211

Jóhann Lützen 72

Sjálvstýrisflokkurin:

Jógvan Skorheim 230

Kristian Eli Zahariasen 116

Javnaðarflokkurin:

Signhild V. Johannesen 182