Í dag, 22. mai, eru 10 ár liðin síðan Jógvan Telling Joensen tónleikari í Havn fekk ein blóðtøpp, sum gjørdi at hann bleiv lutvíst lammaður og einki fekk gjørt. Hesi tíggju árini, sum eru liðin síðan tá, hava verið ein stór avbjóðing hjá Jógvani, og hann hevur brúkt nógva tíð og orku til upptrening av ymiskum slagi. Hann hevur m.a. fingið sær koyrikort, spælir ymisk ljóðføri, og lært seg at brúka teldu. Áðrenn hann bleiv sjúkur, hevði hann ikki koyrikort, nú koyrir hann við bæði bili og campingvogni. Jógvan er útbúgvin tónleikari við konservatoriið í Keypmannahavn. Í løtuni arbeiðir hann arbeiðir við eini fløguútgávu við ymiskum barnasangum.
Uttanfyri húsini hjá sær hevur Jógvan ein stein, har ein yrking hjá honum er málað uppá. Hann hevur eisini gjørt eitt lag til yrkingina.
Mín seinasti steinur
Tú ert ikki serliga reinur
Men góður nokk til mín
Til at verða mín seinasti steinur
Til gamalt vatn og gott vín
Fríggjakvøldið 23. mai hátíðarheldur Jógvan 10 ára dagin við at bjóða vinum og kenningum heim til sín. Jógvan sigur at hann ætlar sær í føroysk klæðir fríggjakvøldið.