Í gjár, 16. mai, fylti Jóhan Christiansen 70 ár. Hóast Jóhan er havnarmaður sum nakar, so er hann ein sannur havsins sonur. Hann fór til skips blaðungur. Fyrst var tað við Brestir, einum tí fyrsta stállínuskipunum, við tí kenda Júst í Túni sum skipari. Seinni fór hann við Hoyvíkingi við tí eins kenda Johan í Hoyvík á hemaraveiðu vestan hav, sum tá var ein nýggj veiða hjá føroyingum.
Seinni fór hann við Fuglfirðingi á teirri tá nýggju ídn-aðarfiskveiðuni. Her loysti hann svágin Árna av sum skipari. Jóhan hevur tískil verið við til at royna fleiri av teimum nýggju veiðunum tá í tíðini og veit tí meira um fiskiskap enn teir flestu.
Tey seinastu nærum 30 árini hevur hann verið havnarumsjónarmaður í Havn, men hevur kortini inn í millum verið á sjónum.
Pápin, Eli, var alla sína tíð knýttur at sjónum, og pápi hansara, Johan, gekk burtur við Marthu í 1929. Hin abbin, Malvinus í Vátutoft í Klaksvík, pápi mammuna, Honnu, var ein kendur skipari.
Umframt hetta fekk Jóhan til konu Hjørdis, dóttir til Marthu og Sigurd Simonsen, kendur skipari í Fuglafirði.
Um Jóhan kann sigast, at hann er ein álitismaður í odd og egg. Hetta sæst á teimum álitisstørvum hann hevur havt í fakfelagsrørsluni. Eisini var hann í fleiri ár formaður í felagnum Ídnaðarskip
Men hetta sæst eisini av tí áliti, sum hann skapar sær í sínum arbeiði. Tí verður hann eisini javnan biðin um at loðsa skip, sum koma til Havnar. Í hesum starvi er hann komin sera víða. Hann er farin við teimum stóru stuttleikaferðamannaskipunum heilt til Grønlands. Her kemur eisini til góðar, at Jóhan er so vinsælur, og tí kennir hann ógvuliga nógv fólk, eisini umborð á skipunum, hann loðsar. Eitt dømi um mann, hann hevur kent í mong ár er etiopiari, sum býr í Murmansk, og sum siglir við russiskum skipum á hesum leiðum.
Eitt ítriv hjá Jóhan er myndatøka, og hetta er eisini við til at skapa vinir. Ikki minsta virði hava tær myndir, hann hevur tikið í sínum skipslívi.
Jóhan hevur í 45 ár verið giftur við Hjørdis, sum hevur verið sjúkrasystir alt sítt lív. Tey bygdu út á Frælsinum. Teirra hús er ein fyrimynd, so væl alt er røkt. Men tað, sum kanska telur enn meira, er, at har er altíð “opið hús”, og øll kenna seg væl at koma inn á gólvið, so blíð sum tey bæði eru.
Tey bæði eiga børnini Eli, Elsu Mariu og Johan Martin. Og so er tað dóttursonurin, Kristian, sum eisini ríkar teirra lív.
Ynskt verður tykkum hjartaliga tillukku og góðan túr í Íslandi.
----
ó.