Jóhan Hendrik Winther Poulsen 70 ár

Sunnudagin 20. juni fyllir Jóhan Hendrik Winther Poulsen í Kirkjubø 70 ár. Føðingardagin verður hann staddur í Reykjavík tá bókin "Mál í Mæti", sum er útgivin í sambandi við føðingardagin, verður handað honum

Mikudagin 9. juni fór Jóhan Hendrik Winther Poulsen við Norrönu Seyðisfjarðar. Síðan súkklaði hann eftir Suðulandinum til Reykjavíkar og var hann frammi hósdagin 17. juni.

Hann verður til Frændafundin, sum er á Háskóla Islands og í Norræna húsinum í Reykjavík dagarnar 19. og 20. juni. Fundurin er triðja hvørt ár og skiftir millum Havnina og Reykjavík.

Sunnudagin kl. 15.30 handar Anfinnur Johansen, frá Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóhan Hendriki bókina "Mál í mæti", sum er givin út í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara.

Eftir fundin Frændafundin er ætlanin hjá Jóhan Hendriki at súkkla aftur til Seyðisfjarðar. Hesaferð verður tað eftir Norðurlandinum. Hann kemur heim aftur við Norrönu mikudagin 30. juni.


Jóhan Hendrik er føddur í Sumba 20. juni 1934. Foreldur hansara vóru Niels
Winther Poulsen (1902-1990), ættaður úr Skopun, og Kristianna, f. Mikkelsen (1904-1985), av Tvøroyri. Faðirin var lærari í Sumba til 30. januar 1940, tá ið hann gjørdist lærari í heimbygdini Skopun.

Jóhan Hendrik gekk barnaárini í skúla í Skopun. Í 1948 fór hann til Havnar
at ganga í skúla og leyk studentsprógv í 1952. Eftir tað fór hann undir
hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, las fyrst latín og enskt
eitt skifti, men skifti síðan yvir til at lesa norrøna málfrøði. Hann tók
mag.art. prógv í 1966. Serritgerð hansara nevndist Færøsk personnavneskik i
fortid og nutid. Personnavneskikken i Sandoy syssel.

Í 1960-62 las hann á lærda háskúlanum í Reykjavík. Eftir próvtøkuna arbeiddi hann eitt ár á Árnasavni í Keypmannahavn við ta norrønu orðabókina. Í 1967-68 var hann lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois í USA.

1. januar í 1968 kom hann sum leysløntur á Føroyamálsdeildina, og frá 1.
januar 1972 at rokna varð hann settur í starv sum deildarstjóri, seinni fekk
hann starvsheitið lektari. 7. desember 1986 varð hann av Føroya løgmanni
tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á
Fróðskaparsetri Føroya. 1. september 1997 varð hann eftir umsókn loystur úr
starvi við eftirløn.

Í lestrartíðini hjálpti Jóhan Hendrik Chr. Matras við útgávuni av
Føroyskari-danskari orðabók, sum kom út í 1961 í 2. útgávu.

Í 1968 leit Føroya Fróðskaparfelag honum upp í hendur at greiða til útgávu eykabind til hesa orðabók, sum kom í 1974. Tá ið hann fór ígjøgnum stóra orðasavnið á Føroyamálsdeildini, gjørdist honum greitt, at tørvur var á at fáa svarað ótaldum spurningum um orð í savninum, skuldi tað verða møguligt at geva fullgóða lýsing av merking, nýtslu, framburði, útbreiðslu o.s.fr. Tá vóru
hyggjuráðini at taka til tað, sum hann hevði lært av íslendskum
orðabókarmonnum, meðan hann las í Íslandi: at nýta útvarp til at koma í
samband við fólk við spurningum um orð, ið lítið var vitað um.

Hann fór undir hesar sendingar nevndar Orðabókin 23. oktober í 1969. Tær vóru at hoyra 14. hvønn dag um veturin, tó lógu tær niðri einstakar vetrar. Síðsta sending, sum var nr. 198 í røðini, varð send 26. apríl 1993.

Gjøgnum hesar sendingar er nógv málsligt tilfar komið undan kavi, tilfar, sum kanska annars ikki var funnið fram á, umframt nýggjar upplýsingar um orð, ið orðasavnið hevði ov lítla vitan um. Sumt av hesum tilfari kom við í
Eykabindið frá 1974, meðan alt hitt kom við í Føroysku orðabók, sum hann var aðalritstjóri á og sum kom út 24. juli 1998. Tað var sjálv krúnan á
orðabókarverki hansara.

Jóhan Hendrik er giftur við Birnu Patursson úr Kirkjubø. Tey kunnu skjótt halda sín 40 ára brúdleypsdag. Børnini hjá teimum eru: Hjørtur, Hjørdis, Teitur og Ingibjørg.

Sitið í nógvum nevndum

Jóhan Hendrik hevur sitið í nógvum nevndum og ritstjórnum. Sum dømi kann verða nevnt, at hann sat í nevnd Fróðskaparfelagsins frá des. 1977 til des. 1992, og frá 23. til 39. bók av Fróðskaparritum var hann ein av
ritstjórunum.

Hann var formaður fyri megindeildarráðnum fyri hugvísindi
1987-90 umframt limur í setursráðnum sama tíðarskeið. Hann sat sum formaður fyri Føroysku málnevndini frá tí hon varð stovnað 24. september 1985 til 1. oktober 1997. Í hesum starvi skrivaði hann øll bløðini, Orðafar, sum málnevndin gav út.

Hann hevur eisini verið limur í navnanevnd settari av Føroya landsstýri, sum legði fram álit í 1992, málsligur ráðgevi hjá gøtunavnanevnd Tórshavnar býráðs, limur í uppgávunevnd í føroyskum á Føroya læraraskúla umframt próvdómari við sama skúla. Formaður og nevndarlimur í Orðabókagrunninum.

Limur í stjórn Málstovu Norðurlanda (Nordisk språksekretariat), limur og varalimur í NORNA (norðurlendsk samstarvsnevnd um navnagransking), umboð fyri føroyskt mál í verkætlanini Atlas Linguarum Europæ (ALE). Harafturat limur í fleiri útlendskum vísindafeløgum. Heiðurslimur í Magistarafelag Føroya. Í 1991 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn og í 1999 sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk.



Bókin "Mál í mæti"

Mál í mæti er savn av greinum hansara skrivaðum í eitt fjøruti ára
tíðarskeið. Bókin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti eru tiknar
við greinir, sum allar hava staðið á prenti áður í føroyskum og útlendskum
bókum og tíðarritum. Málbúnin er føroyskur, íslendskur, danskur og enskur.

Nevnast kann, at evni í summum greinum ganga aftur. Greinirnar standa í
tíðarrøð, tann fyrsta stóð í Skírni 1963 og tann síðsta í Med "bil" i Norden
i 100 år frá 2003.

Seinni partur nevnist Orð og yrði og fevnir um ymist tilfar, sum ber 12 yvirskriftir, 5 teirra hava ongantíð verið á prenti áður.
Tað síðsta í hesum parti er eitt úrval av nýggjyrðum hansara, 500 í tali.
Aftast í bókini er ritskrá Jóhan Hendriks, sum ritstjórarnir hava savnað
saman, men sum tó ikki er fullfíggjað.

Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendrik
nýtir og viðger móðurmálið við virðing og sóma - bæði í talu og skrift - og
hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hansara
er av sonnum málið.

Bókin er 534 síður. Útgevarar eru Føroya Fróðskaparfelag og Jóhan Hendrik Winter Poulsen. Ritstjórar eru Anfinnur Johansen og Hans Joensen. Kápumyndina hevur Tróndur Patursson prýtt.