Jóhan Petur: Kanska vit fara at venja meir nú

(Rás2) Hoyr Jóhan Petur á Stongum seta orð á flotta avrikið hjá SÍ b í bólki 1 hjá monnum í steypakappingini

Í kvøld vann SÍb úr næstbestu deildini seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 1. Í bólki 2 er sannlíkt, at SÍb endar á øðrum plássi, og verður ein rein SÍ-uppgerð á skránni í hálvfinalunum.

 

 

Roynda SÍb liðið vann í kvøld 3-2 á Fleyr a í Gundadalshøllini. Settmunurin var 17-25, 25-18, 25-18, 14-25 og 12-15.

 

 

Í annaðkvøld tekur Mjølnir ímóti TB, og vinnur Mjølnir bara 3-2 vinna teir seg í hálvfinalurnar, har ÍF verður mótstøðuliðið.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við roynda SÍ-spælaran, Jóhan Petur á Stongum, sum í samrøðuni staðfesti, at teir venja bara eina ferð um vikuna. Men nú hálvfinalan er fyri framman er ikki óhugsandi, at teir fara at venja meira.

 

 

Óli G. Samuelsen viðgongur í samrøðuni, at hann hevur undirmett SÍ b,og væntaði, at teir fóru at tapa ímóti bæði Mjølnir og Fleyr. Smílandi undirstrikar Jóhan Petur á Stongum, at Óli G. hevur ikki fylgt nú væl við. 

 

 

Jóhan Petur á Stongum heldur tað verða eitt framúr gott avrik, at SÍ hevur tvey lið í hálvfinalunum.