Føroyska mansliðið í hondbólti skal í juni spæla tveir teir seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020. Mótstøðuliðini eru tey somu sum tá ið Føroyar fór undir kappingina í heyst. 13. juni ynskir Montenegro hevnd fyri javnleikin í fyrsta dystinum, tá ið landið vitjar fyribils føroyska heimavøllin í Farum Arena.
16. juni eru tað føroyingar, ið ynskja at hevna avsmurningin, ið landsliðið fekk ímóti Danmark. Hesaferð eigur Danmark heimavøllin, sum verður leiktur í risastóru høllini, Gigantium, í Aalborg.
Danska liðið er broytt nakað síðani seinast tað spældi ímóti Føroyum, men flestu av heimsstjørnunum og heimsmeistarunum eru við - Eisini Jóhan á Plógv Hansen.
Føroyska landsliðið venur í kvøld sína fyrstu av mongum venjingum sum fyrireiking til dystirnar ímóti Montenegro og Danmark. Hópurin verður úttikin í næstum.
Danska hópurin sær soleiðis út:
Málverjar: Niklas Landin, Jannick Green, Kevin Møller.
Strikuleikarar: Simon Hald, Anders Zachariassen, René Antonsen.
Vongleikarar: Johan Hansen, Lasse Svan, Magnus Landin, Magnus Bramming.
Bakleikarar: Nikolaj Øris, Niclas Kirkeløkke, Jacob Holm, Mikkel Hansen, Mads Mensah, Rasmus Lauge, Lasse Andersson, Henrik Møllgaard.
/ritzau/