Jákup avloysir Osvald á Sundi

Fríggjadagin 1. oktober legði Osvald Hansen, verkmeistari á Sundsverkinum, frá sær, og samstundis tók 1. meistari á verkinum, Jákup Sørensen, við sum verkmeistari.

Osvald Hansen er 67 ár og hevur starvast hjá SEV síðani 1965, tá hann byrjaði sum verkmeistari á Havnarverkinum.

Hann heldur fram við ymsum fyrifallandi arbeiði á Sundsverkinum til hann hevur verið í starvi hjá SEV í 40 ár 31. mai næsta ár.

Jákup Sørensen í Havn er maðurin, sum fríggjadagin fekk lyklarnar til Sundverkið frá Osvaldi Hansen, og sum harvið tók við sum verkmeistari á Sundi. Jákup Sørensen hevur verið 1. meistari á verkinum síðani 1984, og hann hevur starvast sum maskinmeistari á Sundi síðani 1978.

Tá Jákup Sørensen setti seg í verkmeistarasessin, tók Gudmar Joensen av Signabø, sum frammanundan starvaðist sum maskinmeistari á Sundi, við sum 1. meistari á verkinum.