Í kvøld fer Herfølge at spæla fyrsta landskappingardystin á heimavølli í hesum kappingarárinum. Dysturin verður ímóti AaB, sum í vikuskiftinum stóð seg væl, tá teir vóru í Italia og spældu í Intertoto. AaB vann 2?1 ímóti Udinese. Italiumenninir vunnu 2?0 í Aalborg, og teir halda tískil fram í kappingini. Tað iðra teir í Aalborg seg um. Teir høvdu møguleikar at skora fleiri mál á útivølli. Høvdu teir skorað eina ferð afturat, so høvdu teir komið víðari orsaka av málum, skorað á útivølli.
Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge fara í kvøld at spæla fyrstu ferð á heimavølli, síðani teir í mai høvdu vitjan av FCK og vórðu fagnaðir sum meistarar.
Í fyrrakvøldið spældu OB og Viborg í Odense. Gestirnir vunnu 1?0. Teir skoraðu fimm minuttir undan leikloki. Í OB mettu teir seg hava verið óhepnar. Teir høvdu yvirvág og rakstu tríggjar ferðir í stólpar og tvørtræ.
Sogndal
spælir eisini
Fyri føroyingarnar í Sogndal kendist tað sum eitt satt vónbrot, at teir sunnudagin á heimavølli taptu móti oddaliðnum Lyn úr Oslo.
Í kvøld sleppa Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre aftur at royna seg á heimavølli. Teir fáa vitjan av Byåsen. Talan er um útsettan dyst. Tá hann er fingin frá hondini, hava øll liðini í næstbestu deildini spælt fimtan dystir.
jh