Jákup Martin: Hetta var ein arbeiðssigur (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen fegnast um fyrsta sigurin í Betrideildini í ár

 

##med2##

Aftaná tveir javnleikir og tvey tap hevur EB/Streymur fingið fyrsta sigurin í ár.

Tað gjørdist veruleiki í Hólmanum á Eiði í kvøld tá EB/Streymur vann 3-2 á B68. EB/Streymur var á odda 2-0 í steðginum, men tvær ferðir stríddu toftamenn seg innaftur í dystin. Tað helt tó heim hjá sundalagsmonnum.

EB/Streymur-B68 3-2 (2-0)

1-0 Símun Sólheim (23.)

2-0 Símun Sólheim (40.)

2-1 Łukasz Cieślewicz, br. (48.)

3-1 Árni Olsen (58.)

3-2 Steffan Løkin (75.)

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen staðfestir, at tað var ein arbeiðssigur aftaná ein heldur rótutan dyst sum gav heimaliðnum trý stig.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen fyrr í kvøld. 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)