Jákup skilir einki

Jákup á Borg stendur spyrjandi eftir avgerðina hjá dómaranum at vísa hann av vøllinum seinnapartin.

Áskoðararnir í Gundadali vóru allir bilsnir, tá Eiler Rasmussen, dómari, brádliga vísti Jákupi á Borg av vøllinum í grannauppgerðini millum HB og B36 seinnapartin. Helst vóru onkur ljót orð íblandað, men landsliðsleikarin skilir púrt einki av reyða kortinum, og staðfestir, at hann ikki fór um mark.

- Talan var beinleiðis um vandamikið spæl í summum førum, og tað hóvaði mær sjálvsagt ikki. So eg fór róliga til dómaran og segði, at hann noyddist at verja leikararnar. Ja, eg kallaði hann ein klovn, men ikki meira enn tað. Fólk vita, at eg kann øsa meg, men komi á jørðina aftur alt fyri eitt, staðfestir landsliðsleikarin, sum noyðist at sita uttanfyri, tá hvíta havnarfelagið fær vitjan av B68 leygardagin.

- Eg harmist sjálvsagt um støðuna, tí tað fekk stóra ávirkan á dystin. Og av tí sama mistu vit silvurheiðursmerkini. Mín útsøgn var ikki til eitt reytt kort, og hon er lítið av miklum, sum dómararnir í eitt nú Premier League taka á seg hvørt vikuskifti, staðfestir Jákup á Borg.