Jákup Sverri Kass til Grønlands at verða stjóri

Hann verður fyribilsstjóri í nýstovnaðum flogvøllarfelag

Stjórin á Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, fer nú til Grønlands. Check-In skrivar, at heimastýrið í Grønlandi hevur nýliga stovnað nýtt flogvøllarfelag, Kalaallit Airports, og tey hava nú sent boð eftir Jákup Sverra Kass at koma til Grønlands at vera fyribilsstjóri í felagnum, samstundis sum at hann er nevndarlimur.

 

Felagið er stovnað eftir at støða er tikin til at byggja flogvøllirnar í Nukk og Ilulissat út og samstundis skal ein heilt nýggjur flogvøllur gerast í Qaqortoq í Suðurgrønlandi.

 

Jákup Sverri Kass sigur við Check-IN, at hann fer at mynda felagið fyrstu tíðina saman við nevndarformanninum, Leo Larsen, men at stjóri skal setast sum skjótast.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Jákip Sverra Kass í morgun.