Løgtingsval
Tað verður ikki við Jákup Sverra Kass sum oddamanni, at sjálvstýrisflokkurin vinnur løgtingsessin í Suðurstreymoy aftur.
Tað sigur hann við Sosialin.
Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at í næstu viku skal startskotið latast av til at vinna løgtingssessin í Suðurstreymoy aftur.
Síðani hevur verið dúgliga gitt, hvørji tey valevni verða, sum skulu lyfta flokkin aftur í okkara størsta valdømi.
Og eitt navn, sum er nevnt aftur og aftur, er Jákup Sverri Kass, sum hevur sitið á tingi fyri flokkin.
Men hesum avsannar Jákup Sverri Kass sjálvur.
Hann ásannar, at hann hevur hugsað um at stilla upp, men hevur avgjørt, at hann fer ikki at stilla upp.
Men hann fer kortini at hjálpa til at vinna løgtingssessin aftur, men tað verður ikki í leiklutinum sum valevni, men sum hjálparfólk.
- Eg vil fegin hjálpa til at at fáa onnur valevni vald, sigur hann.
Síðani hann fór úr Løgtinginum, hevur hann nomið sær útbúgving í máli og búskapi og hann er nú “product manager” hjá Smyril Line.
Hetta er eitt ógvuliga spennandi og avbjóðandi starv og tað verður hetta arbeiðið, sum fer at taka mína arbeiðsorku tey næstu árini, sigur hann.
Jákup Sverri Kass heldur, at tað var ógvuliga spennandi at vera beinleiðis í politikki, men hann fær tað ikki at sampakka við tað borgarliga starvið og tað ætlar hann ikki at sleppa.
- Vit hava ivaleyst av livibreyðspolitikarum frammanundan og politikarar átti ikki at sitið meir enn tvey, hægst trý valskeið.
Gongur sum ætlað, fer sjálvstýrisflokkurin at hava ein lista í Suðurstreymoy við fleiri spennandi nøvnum á.