Á middegi hósdagin kom Jákup Mikkelsen saman við Óla Johannesen og Toda Jónsson úr Danmark. Í viðførinum høvdu teir donsku bløðini, og í teimum kundu hinir í landsliðshópinum síggja, at Jákup Mikkelsen mikukvøldið hevði verið besti málverjin í Danmark.
Fyrrapartin fríggjadagin vóru spælararnir á handilsferð í miðbýnum í Prag. Venjarin plagar ofta á sovornum túrum at geva teimum boð, sum skulu sita á beinkinum, og hesa ferð var Herfølge málverjin ímillum teir sjey, sum fingu boð:
? Hesum hevði eg ikki roknað við, og eg var vónbrotin, tí eg haldi ikki, at eg havi spælt meg av. Men eg góðtaki treytirnar og fari at gera alt fyri at standa í málinum næstu ferð.
Jens Martin Knudsen er framvegis ein dyst undan Allan Mørkøre í toppinum, og hann var sum vera man fegin um møguleikan:
? Eg hevði roknað eitt sindur við hasum. Tá vit í november í 1995 spældu í Grikkalandi, setti venjarin Jákup í málið, og eg hevði hugsað sum so, at hann møguliga fór at skifta hesa ferð, staðfesti ein sera væl nøgdur Jens Martin Knudsen, sum var væl nøgdur við sítt egna avrik og avrikið hjá liðnum.
Og venjarin hevði hetta at siga:
? Eg havi tveir klassamálverjar. Jens Martin hevur verið fantastiskur í hópinum, sjálvt um hann hevur sitið á beinkinum, meðan Jákup hevur spælt, og hetta var eitt herðaklapp til hansara, segði venjarin, og ásannaði harvið óbeinleiðis, at hann við valinum av málverja vildi halda Jens Martini inni í hitanum.