Jól við ytsta enda jarðarinnar

Frásøgn frá Jóannesi Hansen, sum saman við konu og døtrum í jólafrítíðini er á familjuvitjan í Venezuela, har tey halda jól hjá Símin í Túni og hansara familju. Tey hava í mong ár verið trúboðarar millum yanoami indianararnar, sum mynda nøkur av mest primitivu samfeløgunum í heiminum

Jóannes Hansen

úr Venezuela


Jørðin er rund

Tað var millum annað fyri at staðfesta henda veruleikan, at Kolumbus fyri meiri enn fimm hundrað árum síðani sigldi vestureftir fyri at koma til India. Hann kom ikki til India, tá á vegnum rendi hann seg í Amerika. Hann helt seg vera komnan til India, og hann nevndi tey innføddu fyri indianarar, og tá tað rann upp fyri europearunum, at talan var um ein nýggjan heim, sum teir høvdu rent seg í, ella sum teir høvdu uppdagað av nýggjum, eftir at norðbúgvar eini fimm hundrað ár frammanundan høvdu lest seg um Føroyar, Ísland og Grønland og heilt vestur til New Foundlands, so var ov seint at seta nýtt heiti á teir innføddu, og síðani hava teir bæði í Norðuramerika og Suðuramerkia verið nevndir indianarar.

Tað er millum teir innføddu, sum eru millum lítið og einki ávirkaðir av tí, sum vit kalla sivilisatiónini, at vit halda jól í ár. Jørðin er rund, og tí ber ikki til bókstaviliga at tosa um endar á Jørðini, men tað kennist sum um vit eru so langt burtur frá tí, vit eru von við, sum tað ber til. Tað ber til at fanga onkra útvarpsstøð á longbylgju, og vit hava fingið við, at amerikumenn (teir siviliseraðu!) hava bumbað í Iraq, og vit kunnu gjøgnum radio fáa og senda E-mail. Støðin her hevur hvønn morgun og hvørt kvøld radiosamband við miðstøðina, sum liggur nærri sivilisatiónini, men her er eingin tíðindaflutningur sum so, her eru eingi bløð, einki sjónvarp, og tað er bara eina ferð um vikuna ella kanska fjúrtunda hvønn dag, at flúgvarin hjá trúboðarafelagsskapinum lendir á eg mundi sagt heimagjørda flogvøllinum uttan fyri vindeyga her hjá okkum.

Vit hava áður hildið fleiri jól uttanlands, men tað hevur altíð verið í vesturlendskari sivilisatión. Um tað so hevur verið í Danmark ella í Onglandi, so hava fyrireikingarnar líkst teimum í Føroyum - nógv titan aftur og fram eftir gøtum og strætum, sum hava verið uppskrýdd, tónleikur, sum bara hoyrist henda eina mánaðin um árið, gávukeyp og matbunkring, sum kundi sæð út til at verið til fleiri mánaðir. Soleiðis er tað ikki her. Vit eru í yanoamiættarbólkinum. Í vídd fevnir hann um eitt øki, sum man vera umleið so stórt sum Ísland. Her liva fimtan túsund folk. Ein litil triðingur býr í Venezuela, og hini búgva hinumegin markið til Brasilien. Tað mesta av lendinum er fjalt av tøttum skógi. Her, sum vit halda jól, eru víðar fløtur við grasvøkstri, men á ferðum eftir áum og gjøgnum skógir undrast tú yvir, hvussu nógvur og tættur vøksturin er. Tað er ein øgilig trongd og kapping um at koma í samband við ljósið og vatnið, sum eru avgerandi fyritreytir fyri vøkstri.



Einki impulskeyp

Jólakeypið hjá Daniu og Símini í Túni og teimum fýra børnunum, sum tey eiga, er langt síðani fingið frá hondini. Tey bunkra í stórum triðja hvønn mánað, og eina ferð um mánaðin kunnu tey fáa frískar vørur. Tey bíleggja yvir E-mail ella í brævi, og so syrgja tey úti í Puerto Ayacucho fyri, at ordrin verður flogin inn higar. Tyngri góðs kemur meiri enn helmingin av teininum eftir ánni, men hesa tíðina av árinum er ikki hugsingur um at fáa nakað inn higar, sum ikki kann flúgvast. Vit eru millum tvey og trý breiddarstig norðan fyri Ekvator ella Linjuna, og tað vil siga, at her er millum lítið og einki av avfalli. Tað hava verið eini fýra grov æl, síðani vit komu inn higar fyri góðum tveimum vikum síðani. Turrtíðin verður fram til páskar, og áirnar eru longu so lítlar, at tað er ikki hugsingur um at sigla serliga langt. So tað verða fleiri mánaðir, áðrenn góðs, sum skal flytast vit »fraktbati«, verður at fáa her.

Men kalkunirnar liggja í frystaranum, sum verður rikin av sólverkinum, sum Símin hevur fingið upp at standa, og tilfar til køkur og góðgæti, sum hoyrir einum siviliseraðum jólum til, er tókt. Tað var um reppið, at tey fóru at vera í uppisetri fyri sukur, men tað lagaði seg. Jólahugna heima á landi plaga vit at knýta at luktinum frá nýkókaðum kleynum og jólaheilsanum frá útisetum. Deymin av kleynunum og sirupskøkunum kenna vit her, meðan jólaheilsanirnar í útvarpinum mugu bíða til komandi ár - hava vit lív og heilsuna. Men vit kunnu nýta hetta høvið at senda tær kærastu jóla- og nýggjarsheilsanir til ætt, vinir og starvsfelagar á Toftum, í Klaksvik, í Havnini, í Runavík og annars kring alt Føroya land og eisini í Danmark og aðra staðni, har Sosialurin verður lisin.

Vit fara til handils, men vøruútboðið er ikki stórt, um enn tað í okkara eygum er eksotiskt. Tey fyrstu árini høvdu trúboðararnir handil, har teir seldu svávulseskjur, húkar og onnur amboð. Tað eru tey langt síðani givin við. Nú eru tað tey innføddu, sum reka handil - um vit kunnu kalla tað so. Í økinum, sum vit eru partur av, eru tað fýra sum handla. Hjá tveimum gongur tað betri, enn hjá hinum báðum.


Framleiðslan

Tey innføddu halda ikki jól. Primitivu andatrúgvirnar hava framvegis stórt vald á nógvum fólki. Aðalmálið hjá trúboðarunum her er at vinna tey innføddu fyri evangelinum. Tað hevur verið arbeitt júst í hesum økinum í fram móti tríati árum. Hvussu tað hevur hilnast, hvat tí viðvíkur, skulu vit venda aftur til um eina lítla løtu, men tað er týðuligt, at nærveran av nøkrum fáum sivilseraðum fólkum eisini á øðrum økjum hevur havt ávirkan. Eitt er, at deyðtíttleikin er nógv lækkaður. Tey innføddu, sum búgva í shabonum ella í sera, sera primitivum rundhúsum, sum eru spjødd kring - tað kemur mær fyri sum gomlu býlingarnir í Klaksvik - hava onga fatan havt av týdninginum av reinføri, og tað hevur verið orsøk til deyða - serliga millum smábørn. Medvitið hesum viðvíkjandi er framvegis eftir okkara mátistokki sera lítið, men hjá summum gongur tað tann rætta vegin, og tað hjálpir. At trúboðararnir hava heilivág móti tuberklum, tyfus, kolera, malaria og øðrum sjúkum, sum hava tynt nógv út millum tey innføddu, ger eisini, at færri doyggja av umfarssjúkum.

Mest primitivu samfeløgini í heiminum liva av at veiða og samla, og tað hava tey gjørt her og gera tað framvegis. Tá teir fara á veiðuferð, kemur tað mær fyri, sum tá útróðrarmenninir í Klaksvík plagdu at fara burtur »fyri vikuna«, sum teir tóku til. Mánadagin í síðstu viku fóru nakrir av teimum, sum ikki búgva so langt hiðani, burtur at veiða. Teir fóru langt, og tað varð roknað við, at teir fóru at vera burtur í minsta lagi eina viku. Tá hesar reglur vórðu skrivaðar mánadagin, vóru teir ikki afturkomnir. At tey eisini eru eitt slag av hálvakurbrúkarum er sjónskt. Tey hava millum lítið og einki av nútímans amboðum, men tey hava betri amboð, enn tey høvdu, og tey duga eisini betri at skipa framleiðsluna og at fáa nyttu burtur úr náttúru fyritreytunum, enn tey áður hava dugað. Urtagarðarnir eru stórir, og tað grør væl, men tá trý ár eru liðin verða garðarnir fluttir, tí tá eru føðsluevnini uppbrúkt, og teir hava eingi handilstøð. At fáa jørð til nýggjan garð er ikki enn nakar trupulleiki, tí ognarviðurskiftini til jørðina her eru sum tey hava verið til havið kring Føroyar - í hvussu so er higartil - øll eiga alt. Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður neyðugt at fara alt longri burtur frá húsum, og hetta hevur við hvørt við sær, at býlingar og bygdir flyta.

Nu ein dagin komu vit fram á eld og royk. Tað plagar annars ikki at vera vanligt fyrrenn í endanum av turrtíðini, at teir stóru eldarnir eru. Símin, sum tosar málið hjá teimum innføddu sum brent!, rópti á konuna, sum hevði sett eld á, og sum tókst við at stýra eldinum, hví hon longu nú ruddaði tað burtur, sum teir høvdu høgt niður fyri ikki so langari tíð síðani. Maður hennara var millum teirra, sum vóru farnir á veiðuferð »fyri vikuna«, og hon greiddi frá, at onkur hevði sagt henni, at tað fór skjótt at regna. Hon hevði fingið skeiv veðurtíðindi, tí nógva regnið eigur sambært hagtølunum at vera í minsta lagið tríggjar mánaðir burtur.

At medvitið um týdningin av reinføri er vaksandi, um enn tað gongur striltið, at heilivágur er tøkur, og at teir duga eitt sindur betri at skipa framleiðsluna eru millum orsøkirnar til, at deyðtíttleikin er lækkaður og livialdurin hækkaður. Í økinum, sum Símin í Túni og tey eru, búðu fyri einari fjórðings øld síðani eini 250 fólk. Nú búgva umleið 700 fólk her.


Aðalmálið og jólini

Og so var tað aðalmálið hjá trúboðarunum. Tað var at boða Kristus. Í tríati ár hava teir arbeitt miðvíst við hesum fyri eyga. Teir hava myndað eitt skriftmál, lært tey innføddu at lesa og skriva, týtt partar av skriftini til nýggja skiftmálið, og teir hava lært úr skriftini frá í upphavi og til krossverk Kristusar. Fruktirnar av hesum arbeiðnum hava verið fleiri. Ein er, at teir innføddu seta skúlan sera høgt. Tað er vorðið ein dygd at duga at lesa, skriva og rokna, og teir innføddu halda sjálvir skúla. Fyri trúboðararnar hevur tað havt mest at siga, at ein samkoma er grundað á læruna í Nýggja Testamenti, og at lív og atburður hjá teimum innføddu geva ábendingar um, at teir hava tikið boðskapin um rættvísi og kærleika og náði Guds til sín.

Skúlin og gudstrúgvin hava lært teir innføddu at gera mun á, nær tað er gerandisdagur, og nær tað er sunnudagur. Gerandisdagar ganga børnini og summi vaksin í skúla, og sunnudag savnast nøkur um Guds Orð. Teir innføddu, sum hava tikið við kristnu trúnni, ynskja at kunngera evangeliið, og tað gera teir í onkrum bygdum.

Teir innføddu hava hoyrt, eitt nú frá teimum, sum hava heilsurøktina um hendi, at aðra staðni halda tey jól, og teir, sum koma saman um kristna boðskapin, hava spurt Símin í Túni, um tað ikki hevdi verið rætt av teimum eisini at hildið jól. Símin setur tað ógvuliga høgt, at teir innføddu skulu varðveita sína mentan í so stóran mun, sum tað ber til. Um jólini hevur hann sagt, at hann fer saman við sínari familju og gestunum at halda jól, men teir gera, sum teir vilja, um teir halda jól. Hann hevur eisini sagt teimum, at jólini eru meiri ein tradition og ein mentunarlig hátíð, enn tey eru grundað á skriftirnar - uttan at hetta skal misskiljast. So nu fáa vit at síggja, nær teir innføddu fara at gera tað til ein skikk at halda jól.

Vit fara at halda føroysk jól her á ytsta enda jarðarinnar. Umframt okkum fýra vitjandi og tey seks í familjuni, sum vit eru hjá, er ein annar hvítur maður her, og hann er av Eiði. Hann eitur Jóhannes Frants Poulsen, og hann er komin inn higar fyri trimum vikum síðani. Hann ætlar at læra seg málið hjá teimum innføddu, og so ætlar hann saman við einari aðrari familju, ið hevur útbúgving frá sama trúboðarafelagsskapi sum føroyingarnir hava, at fara undir trúboðaraverk millum nakrar av yanoamiindianarunum, sum ikki hava hoyrt evangeliið áður.

Karmarnir hjá okkum at halda føroysk jól eru góðir. Fyri knøppum ellivu árum síðani var eitt føryskt lið - átta í talið vóru tey - her í Parima (soleiðis eitur hesin parturin av Venezuela) og bygdu eini hús, sum eru nógv átøk teimum, vit hava í Føroyum. Símin hevur syrgt fyri at leggja vatn inn - onkrir indianarar, sum búgva tætt við, hava eisini fingið ágóðan av hesum - og wc og brúsa eru sum heima. Tað er heilt vist, at vit fara at hugna okkum. Spurningurin er bara, hvussu nógv Símin verður upptikin. Læknin, sum myndugleikarnir geva løn fyri at vera her, fór í jólafrí fyri meiri enn einari viku síðani, og fram móti vikuskiftinum fór sjúkrahjálparin, sum er ein maketari indianari, saman við konuni burtur í jólafrí. Indianararnir vita sær ikki aðra hjálp enn at fara til Símin í Tuni, tá teir kenna seg illa, og tað hava nakrir longu gjørt. Búkilska, spýggisjuka og leyst lív hava gjørt um seg, umframt at onkur er trongur og hevur høgan hita

Jólini við ytsta enda jarðarinnar eru øðrvísi, enn tey eru heima í sivilisatiónini, men hetta er spennandi og læruríkt. Tað er heilt vist.