Tað eru kortini teir ótangarnir, sum ikki síggja virðið í slíkum: Tá arbeiðsmenn hjá kommununi komu til arbeiðis ein dagin í farnu viku, var herverk framt ímóti fleiri av húsunum, - millum annað var hurðin á kirkjuni sparkað inn.
Sandoyarportalurin skrivar, at hetta er triðja árið á rað at onkur ger seg inn á jólabygdina.
- Tað er ikki hugaligt at pynta bygdina, tá tað ikki fær frið, verður sagt.
ÓNÁÐIR
Jólabygdin á Sandi fær ikki frið – heldur ikki í ár
Mynd: sandportal.fo