Seinnapartin sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn Sunnudagin, tjúgunda árið á rað, fara limir í Lions Club Tórshavn at skipa fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14 og heldur fram til klokkan 16.30, og sum vanligt er endamálið, at peningur skal útvegast til vælgerandi endamál.
Í ár er gjørt av, at allur ágóðin av tiltakinum skal fara til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, har arbeitt verður fyri ítøkiliga at bøta um umstøðurnar hjá børnum, sum eru knýtt at barnadeildini, so tey kunnu vera meira heima, samstundis sum tey fáa viðgerð og hjálp frá deildini.
Tiltakið í Viðarlundini er eitt familjutiltak burturav, har øll eru vælkomin, og nógv verður gjørt burturúr at hugna um hjá bæði smáum og stórum. Serliga kunnu tey yngru gleða seg, tí hóast jólini enn eru ein lítlan mánað burturi, fer jólamaðurin at geva sær stundir til at koma ein túr framvið, og okkurt gott man hann hava í posanum til teirra.
Limir í Havnar Hornorkestri fara eisini at spæla jólaligan horntónleiki, og sjálvt økið verður pyntað við ljósketum, umframt at bál verður tendrað og livandi ljós eru sett fram við ánni. Kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist til keyps á staðnum, og eisini ber til at keypa lidnar jóladekoratiónir og tilfar til dekoratiónir, um fólk hava hug at hugna sær víðari heima við hús.
Jólahugnin er blivin ein afturvendandi táttur, sum verður fyriskipaður í samstarvi við Skógrøkt Landsins.