Jólakonsert í Glyvra kirkju

Tíðindaskriv

Sunnudagin 1. desember, verður konsert í Glyvra kirkju við luttøku av tveimum orkestrum, Nes sóknar Musikkfelag og GHM. Hetta samstarv er fingið í lag av venjaranum hjá NSM, Ken Jones. Hann er eisini venjari hjá GHM



GHM, sum er eitt harmoniorkestur, tvs., at har eru bæði horn og træblásarar við, telur uml. 25 spælarar. Á skránni hjá teimum verður eitt stykki hjá Vivaldi, filmstema úr "The Gothfather", Romantic Mood og Evening Prayer. Orkestrið hevur 3 venjarar: Ken Jones, Andreu Heindriksdóttir og Odd Hentze, men á konsertini fara venjararnir at spæla við, og tí verður tað Martin Mouritsen, ið fer at stjórna orkestrinum á konsertini.
Nes sóknar Musikkfelag er sett saman av spælarum úr bygdunum kring Skálafjørðin og úr Oyndarfirði. Har eru bæði ungir og eldri spælarar, frá 12 til 72 ár, og tilsamans eru tey 25. Orkestrið spælir regluliga til mong ymisk tiltøk: stevnur, hátíðarhald, konsertir og tendring av jólatrøum. Leiðari hjá orkestrinum er musikklærarin Ken Jones. Á konsertini spælir orkestrið eina skrá við jólatónleiki.
Konsertin í Glyvra kirkju sunnudagin byrjar kl. 16.