Jólakonsertir fyri alla familjuna

FAMILJUTILTAK Hetta vikuskiftið heldur Føroya Symfoniorkestur tvær konsertir, sum eru fyri alla familjuna

Aftur í ár skipar Føroya Symfoniorkestur fyri jólakonsertum.
Konsertin er fyri alla familuna og skráin er fjølbroytt við jólaløgum, filmstónleiki og felagssangi.
Hesar konsertirnar eru blivin ein fastur táttur í virkseminum hjá symfoniorkestrinum og tær eru altíð fyrsta vikuskiftið í desember.
Í ár verða tvær konsertir og tær verða í morgin, leygardagin, í KÍ Høllini í Klaksvík og sunnudagin í Høllini á Hálsi.
Báðar konsertirnar verða klokkan 16.
Solistar á konsertini eru evnaríkir unglingar úr Musikkskúlanum.
Marta Johannesen, spælir kenda lagið hjá Gluck, Danced of the Blessed Spirits og
Billa Sandoy spælir vakra millumsatsin úr konsert eftir Baermann.
Somuleiðis fara Kristina á Váli og Anna á Váli Smith at framføra ein krevjandi sats úr dupultkonsert fyri tvær celloir eftir Vivaldi.
Seinast, men ikki minst, spæla tey trý, Rúni Hentze, Ernst Remmel, Laila Poulsen kendu trioina Bugler’s Holliday.
Á skránni til konsertina er umframt hettar, ymiskt jólaligt og felagssangur.
Harafturat fer orkestrið at spæla tónleikin til filmarnar “Pirates of the Caribbean” og “Mission Impossible” og annan kendan filmstónleik
At enda fer stórt barnkór, við børnum úr Klaksvík, av Glyvrum, úr Vestmanna og úr Havn at syngja sangirnar “Um tú hittir jólamannin” og nýggja sangin hjá Steintóri Rasmussen, “Kavaparadís” umframt aðrar sangir.
Tað er Annfinnur Heinesen sum er frásøgumaður og Bernharður Wilkinson, sum stjórnar.
Atgongumerki eru at fáa á nlh.fo og í Kunningarstovuni.