Jólamenn á Garðabrúgv

Kunningarstovan í Vági boðar frá, at tey hava frætt, at jólamenn ætla at leggja leiðina inn á Vágsfjørð seinnapartin sunnudagin - og hava teir heitt á nakrar av grindabátunum um at koma út ímóti teimum og fylgja teimum vestur á Garðabrúgv.

Jólamenninir hava sagt, at teir koma á Garðabrúgv um 16-tíðina í morgin. Og hóast børnini longu hava fingið stóran pakka, tá jólatræið í Vági varð tendrað, so fara jólamenninir at bjóða børnunum karamellur.

Í sambandi við vitjanina hjá jólamonnunum verður Stóra Pakkhús eisini opið frá kl. 16.00 til kl. 18.00 har tað verður møguleiki at keypa kaffi/te og vaflur.

Nú jólamenn koma at vitja á Garðabrúgv er Jólastovan úti í miðbýnum er stongd í dag.