Jólini avlýst í fleiri skúlum kring landið

Lærarafelagið noktar lærarum í fleiri skúlum at keypa jólaklipp og pynt til at pynta skúlarnar við uppundir jólini

Skúlastríð



Tað skerst ikki burtur, at ein av stóru løtunum í skúlunum kring landið, er desember mánaði, tá ið skúlar og stovur verða pyntað til jólar.
Men í ár verður øðrvísi, tí í ár verða jólini mestsum avlýst í nógvum skúlum kring landið
Lærarafelagið hevur nevniliga noktað lærarum at keypa alt, sum hevur við jólapynt at gera, so í ár verður onki pyntað á fleiri skúlum kring landið.
Tað er ósemjan um savnsrøktina, sum aftur nú ger um seg
Tær stóru kommunurnar í Býarsamskipan Føroya hava gjørt avtalu við Lærarafelagið um savnsrøktina.
Av teimumn stóru kommununum, var tað bara Tvøroyri, sum ikki vildi góðkenna skipanina, men síðani hevur Tvøroyrar Kommuna góðtikið at betala savnsrøktina eftir somu avtalu, sum hinar stóru kommunurnar, so har eru viðurskiftini eisini fingin í rættlag.
Hinvegin hevur KommunufelagFøroya ikki góðtikið avtaluna. Men kortini eru tað fleiri kommunur, í Føroya Komunnunufelag, sum gjalda savnsrøktina í teirra skúlum eftir omu avtalu.
Men enn eru nógvar kommunur í Føroya Kommunufelag eftir, sum ikki vilja gjalda eftir semjuni. Og tað eru lærararnir í hesum skúlunum, sum ikki sleppa at keypa jólapynt í ár.

Onki pynt til jóla
Elsa Birgitta Peteren, forkvinna í Føroya Lærarafelag, váttar, at boðini um jólapyntið á hesum skúlunum fóru út fyrr í vikuni.
?Vit hava mint lærararnar á hesum skúlunum á, at onki skal keypast, heldur ikki til jólapynt, so leingi ósemjan um savnsrøktina stendur við, sigur hon.
Hon sigur, at sostatt sleppa lærararnir á hesum skúlunum ikki at keypa hvørki til klistur, nissur, pappír, klipp, vattkúlur ella nakað sum helst annað.
? Hetta kann tykjast hjartaleyst, men tá ið tú hevur við fakfelagsstríð at gera, verður tú mangan noyddir til at kobla hjartað frá og lata heilan ráða, sigur forkvinnan í Føroya Læarafelag.
Hon leggur tó afturat, at hóast Føroya Kommunufelag ikki vil góðtaka semjuna, eru tað fleiri kommunur í felagsskapinum, sum hava váttað fyri Lærarafelagnum og Mentamálaráðnum, at tær vilja gjalda savnsrøktini eftir somu avtalu, sum er gjørd við tær stóru kommunurnar og tað góðtekur Lærarafelagið og lærarar á hesum skúlunum eru ikki umfataðir av blokadunum.

Moltnar undir Kommunufelagnum
Er hetta í grundini ikki bara at revsa lærararnar sjálvar, tí mugu hava børnini undir øllum umstøðum, nú fáa teir bara onki gjørt við teimum?
? Vit vita væl, at tað er strævið, men eitt fakligtstríðer altíð strævið og hóast tað er fakfelagið, sum gongur á odda, eru tað altíð vanligu limirnir sum føra stríðið í verki.
? Men tað er farið at moltna í undir Føroya Kommunufelag, tí fleiri kommunur vilja gjalda eftir semjuni og nógvar hava ringt seinastu dagarnar at spyrja, hvussu tær skulu fara fram fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tí tær vilja eisini ganga eftir semjuni.
? Tað er ikki neyðugt, at kommunurnar góðtaka semjuna. Bara tær betala eftir semjuni, verður tað góðtikið og tað gera fleiri kommunur.
Elsa Birgitta skilir hesar kommunurnar væl, tí í nógvum førum er tað ikki talan um serliga stórar upphæddir, sum kommunurnar skulu gjalda, kanska heilt niður í 3.000 krónur um árið.