Jón Krosslá vil hava sama slag venjara

Veteranurin vónar, at nýggi venjarin fer at hava royndar spælarar við sær, sum kunnu vera við til at bera Suðringar longri fram

Tað er greitt, at Maurice Ross ikki verður venjari hjá Suðringum næsta kappingár.

-Eg havi boðað frá, at eg ikki haldi fram her suðuri. Harvið er ikki sagt, at eg fari úr Føroyum. Tað er ikki víst, men tað veit eg ikki, hevur skotski venjarin hjá Suðringum sagt við nordlysid.fo.

Maurice Ross er væl umtóktur, og tað verður hildið, at hann hevur fingið so frægt burturúr, sum tað bar til at ímynda sær var møguligt við nýggja liðnum. Tað varð farið seinni undir fyrireikingarnar enn onnur lið fóru at fyrireika seg. Fyrstu umførini gekk tað framúr væl, og Suðringar hava leygardagin á heimavølli ímóti Skála møguleika at tryggja sær sætta plássið.

 

Veteranurin á liðnum hjá Suðringum er Jón Krosslá Poulsen. Hann er 29 ára gamal og harvið nógv elstur av teimum, sum hava spælt fast á besta liðnum hjá Suðringum. Næstir í røðini eru 25 ára gamli  Mats Walberg og 24 ára gamli Rógvi Joensen. Málverjin Marius Berntzen og Eirikur Magnusarson eru 23 ára gamlir.

 

Tað er ikki greitt enn, um Jón Krosslá Poulsen fer at halda fram, men tað er okkurt, sum bendir á, at tað fer hann:

-Eg fari í vikuni at tosa við teir, sum hava við hetta at gera. Tað valdast um venjara og spælarar. Míni ráð eru, at tað verður ein fremmandur venjari av sama slagi, sum vit hava havt í ár. Hann hevur megnað væl at mynda eind burturúr tvøramonnum, vágbingum og hinum. Míni ráð eru eisini, at tað verður ein venjari, sum fer at hava onkrar spælarar við sær, sum eru í rætta aldrinum og sum kunnu verða stuðlsspælarar, sigur Jón Krosslá Poulsen, og hann heldur fram:

-Okkum resta spælarar við nógvum royndum, ið kunnu vera við til at bera liðið saman við nógvu ungu og evnaríku spælarunum, sum hava verið á liðnum í ár.

 

Nógvir av spælarunum hjá Suðringum eru 18-22 ára gamlir. Millum hesar eru 21 ára gomlu Dánjal Godtfred, Salmundur Bech, Teitur Krosslá Mortensen, Jón Áki Jacobsen og Búi Egilsson, 22 ára gomlu Heri Kjærbo og Teitur Olsen og 20 ára gamli Ari Krosslá Poulsen (20).

 

Uppaftur yngri er eitt nú sera evnaríki Stefan Radosavljevic, sum er seytjan ára gamal.