ÚTISETI
Tá ið teir gulu og bláu úr Brøndby í kvøld fara at renna inn á heimavøllin og kanska knappar tveir tímar seinni fara at standa sum meistarar, verður eingin føroyingur í teirra parti. Tað er ikki heilt rætt, at eingin føroyingur verður í teirra parti. Men føroyingurin, sum er í teirra parti, verður heilt víst ikki á vøllinum:
? Vit eru 23 spælarar í 1. liðs hópinum. Vit venja saman hvønn dag. Fyrrapartin mánadagin vandu vit, sum ikki vóru við í framúr sigrinum á OB, eitt sindur meiri, enn teir, sum høvdu vunnið á OB. Men vit venja saman, og vit fingu allir burturav lagkøkuni, sum Michael Laudrup bjóðaði. Hann hevði 39 ára føðingardag sunnudagin.
Tað er Jón Rói Jacobsen, sum framvegis er í Brøndby, sum vit hava á tráðnum.
Ert tú vísur í, at tú ikki verður millum teir fyrstu sekstan í kvøld?
? Um eg fái boð, so verður okkurt øðrvísi, enn tað hevur verið tær seinastu ferðirnar. Vit møta allir 23 upp, vit eru allir í umklæðingarrúminum, og vit eru allir við til taktikk fundin. Men tá ið dysturin verður bríkslaður at byrja fara nakrir okkara á áskoðaraplássini, sum eru aftanfyri beinkin, har venjararnir og eykamenninir sita. Har var eg sunnudagin, og har rokni eg heilt víst við, at eg eisini fari at vera í kvøld.
Ert tú ikki harmur um, at tú ikki verður á vøllinum, um tað eydnast Brøndby at vinna DM í kvøld?
? Eg havi einki at harmast um. Higartil hevur tað gingið so væl, sum tað kundir roknast við. Eg eri tætt at liðnum, men tað hevur ikki verið brúk fyri øðrum enn teimum fyrstu, tí vit hava ikki havt leikbann, og eingin hevur verið skaddur.
Metir tú teg at vera fyrsta eykamannin í miðverjuni?
? Eg veit tað ikki rættuliga. Eg rokni við, at Morten Wieghorst, sum var leikbannaður sunnudagin, og sum oftast er á miðvøllinum, kann setast aftur í miðverjuna, um venjarin heldur, at tað er neyðugt. Men eg veit ikki, um eg verði roknaður sum tann fyrstu aftaná hann. Per Nielsen var dagsins maður ímóti OB, og Dan Anton Johansen hevur eisini verið sera tryggur, staðfestir Jón Rói Jacobsen.
Seinni í vikuni fer hann at fáa boð um, um Michael Laudrup og Brøndby eru sinnað at leingja samstarvið við hann ella ikki.
? Eg havi onga fatan av, hvat teir ætla. Men tað er greitt, at eg fari ikki at flyta aftur til Føroya beinanvegin. Nú skal tað standa sína roynd, hvussu langt tað ber til at koma sum fótbóltsspælari.