Jón Rói Jacobsen er millum spælararnar, sum landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir í sambandi við landsdystirnar á Svangaskarði leygardagin ímóti Ukreina og á útivølli ímóti Georgia annan mikudag.
Jón Rói hevur seinastu vikurnar vant við fullari ferð saman við hinum í superligu hópinum hjá AaB. Enn hevur Jón Rói ikki fingið møguleikan á besta AaB liðnum. Men í gjár fekk verjuspælarin dystarvenjing á næstbesta liðnum. AaB vitjaði í Hjørring, sum hoyrir heima í 2. deild og sum er bæði granni og samstarvsfelagi hjá AaB. Heimaliðið vann 1-0, og Jón Rói var á vøllinum allar 90 minuttirnar.