Jón Rói fær harða kapping

Svenski landsliðsleikarin, Andreas Jacobsson, byrjar í Brøndby 1.juli

Danska meistarafelagið, Brøndby, boðaði mánadagin frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við svenska landsliðsleikaran, Andreas Jacobsson. Sviin er verjuleikari, og verður tí ein av kappingarneytunum hjá Jón Róa Jacobsen um pláss í miðverjuni hjá Brøndby.

Andreas Jacobsson er 30 ára gamal, og er í løtuni tilknýttur Hansa Rostock í týsku Bundesliguni. Svenski landsliðsleikarin byrjar í Brøndby 1.juli og sáttmáli er undirskrivaður fyri hálvt-triðja ár.

Nýggi Brøndby-verjuleikarin hevur leikt 22 landsdystir, og spældi allar dystirnar hjá Svøríki í HM-kappingini í í Japan/Korea.

Venjarin hjá Brøndby, Michael Laudrup, fegnast um nýggja verjuleikarin.

? Vit hava sum er góðar verjuleikarar, men teir flestu eru sera ungir, og tí er neyðugt við royndum spælarum. Andreas Jacobsen hevur nógvar altjóða royndir, og hann hóskar sera væl til okkum, sigur Michael Laudrup í viðmerking við onside.dk.

Umframt Andreas Jacobsson, fær Brøndby eisini OB-málverjan, Karim Zaza í summar.

Jón Rói leikti annan hálvleik
Brøndby tapti mánadagin sín fyrsta venjingardyst í ár. Dysturin var í Turkalandi, har danska meistarafelagið framvegis er á venjingarlegu. Koreanska liðið, Hyndai, vann 2-1, eftir ein málleysan fyrra hálvleik.

Jón Rói hevur verið smáskaddur, og hevur tí ikki luttikið í venjingunum seinastu dagarnar. Hann er tó blivin so mikið frægur, at hann leikti annan hálvleik ímóti koreanska liðnum. Málið hjá Brøndby skeyt ungi Jonas Kamper.