Jón Rói fer til Frem

Hetta váttar umboðsmaðurin hjá Jón Róa, Jákup í Stórustovu, fyri portalinum.

Jón Rói var í vár partur av AaB-hópinum, sum vann gull í donsku superliguni, men sjáldan var føroyski verjuspælarin millum teir fyrstu ellivu.

Hartil er Jón Rói framvegis ígongd við at lesa, og skal hetta røkjast fullvæl, so hóskar fótbóltur í næst fremstu donsku deildini betur til ta tíð, sum skal nýtast til lesnaðin, skilst.