Jón Rói í superliguna

Tað er vónleyst at fáa tíðindini alment váttað, men eftir øllum at døma kann Jón Rói Jacobsen í morgin kalla seg fyri AaB-spælara

yrkissáttmáli

Tíðindafundur er mikumorgunin kl. 10. Tað er tað einasta, sum alment fæst at vita, nú Jón Rói Jacobsen fer aftur til superliguna.
Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Jón Róa, hevur kalla inn til tíðindafund mikumorgunin. Men hann vil ikki siga tað allar minsta um, hvat fundurin snýr seg um. Hvørki um navn á spælara ella felag.
Frá keldum í Danmark hava vit tó fingið staðfest, at talan er um Jón Róa Jacobsen, sum nú skal verða liðfelagi hjá Súna Olsen í Aalborg og AaB.
Her hevur ítróttarstjórin í felagnum, Lynge Jacobsen, sagt, at felagið hevur ætlanir um at styrkja sær um verjuna. Og at tað als ikki er ósannlíkt, at hetta verður greitt fyri jól.
Tá talan er um fyritøku, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, er tó vónleyst at fáa nakrar viðmerkingar um konkreta málið. Øll viðurskifti, sum kunnu ávirka fyritøkuna, skulu fyrst og fremst boðast til partaeigararnar, áðrenn tey verða almenn í fjølmiðlunum.
Vit hava eisini havt orðið á høvuðspersóninum sjálvum, men heldur ikki hann fæst at siga nakað sum helst um málið.
- Eg eri heima í jólafrí. Um talan er um spurningar, sum viðvíkja míni framtíð, so mugu tit tosa við Jákup í Stórustovu, er einasta viðmerkingin, sum Jón Rói Jacobsen sjálvur hevur til málið.
Jón Rói Jacobsen hevur spælt við Frem tey bæði seinastu kappingarárini. Í vár var felagið nær við at vinna seg í superliguna, men síðani hevur gingið skjótt aftureftir. Í heyst hevur felagið verið í niðara enda av næst bestu deildini, og tað hevur eisini fingið avleiðingar, at felagið ikki hevur peningin, sum kann stuðla upp undir vónina um uppflyting. Ebbe Skovdahl, sum er ein av mest virdu venjarunum í Danmark, og sum heldur nógv av Jón Róa, legði frá sær fyri stuttum. Hetta gjørdi hann, tí hann var ikki samdur við leiðsluna í felagnum um framtíðar leistin fyri felagið. Seinni eru eisini fleiri av stuðulsspælarunum farnir úr felagnum.