Jón skal venja TB

Nú er tað greitt, at tað verður veteranurin Jón Johannsen, sum fer at hava ábyrgdina av besta TB liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Suðuroyarportalurin skrivar, at tað á spælarafundi í gjárlvøldi varð greitt, at hetta verður loysnin.

Jóan Petur Olgarson, formaður í TB, sigur við Suðuroyarportalin, at teir hava fingið ein 22 ára gamlan dana at royndarvenja tvær tær næstu vikurnar. Hann verður nevndur Sonny og sigst hava spælt í Brøndby, umframt at hann eisini hevur spælt í Ølstykke.

Jón Johannesen hevur áður verið venjari hjá TB.