Jóna Sørensen 60 ár

Leygardagin 15. januar fyllir Jóna Sørensen í Trongisvági 60 ár.

Jóna er úr Vági. Sum ung fór hon til Havnar at læra til sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum. Útbúgvingin varð liðug í 1967.

Síðan hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og í 23 ár hevur hon eisini arbeitt sum skúlasjúkrasystir hálva tíð.

Jóna er dóttir Ragnhild, f. Nicodemusen, ættað av Hamri í Skálavík, og Andreas Djurhuus (Diurin), ættaður úr Porkeri. Hon er yngst av fýra systrum.

Hon er gift við Viberg Sørensen, skipara úr Trongisvági. Tey eiga og reka P/F Seta, sum eigur garnabátin Anitu, á landi er garnavirki og ein maskinverkstaður.

Jóna og Viberg eiga trý børn, Anitu, Ansgar og Ragnar, sum øll búgva á Tvøroyri. Ommu- og abbabørnini eru nú seks í tali, frá seytjan árum og niður til tveir mánaðir.

Í fjør fekk Jóna sær farloyvi, og hon og Viberg fóru at taka sær av løttum og sigla við teirra egna frítíðarbáti, Svaluni.

Tey settu kós suður eftir úr Onglandi í august, men vestan fyri Spaniu sigldi Svalan á okkurt, sum lá í sjónum og sakk undan teimum. Hóast hendan skelkin mistu tey ikki mótið, men keyptu sær ein annan bát við sama navni.

Seinast í november komu tey heim aftur, og ætlanin er at fara avstað aftur síðst í februar. Báturin liggur í Spaniu,og í mars ætla tey at sigla eystur ígjøgnum Miðjararhavið og vænta at vera í Grikkalandi í summar. Tey vænta at sigla nógv í millum oyggjarnar har og fáa væntandi vitjan av børnunum og annars vinum og kenningum