Jónas á vøllin fyri Fremad Amager

Bæði Andrew av Fløtum og Jónas Tór Næs spældu við, tá ið Fremad Amager umsíðir vann í donsku 1. deild um vikuskiftið. Tað byrjaði ikki serliga væl hjá føroyska liðnum á Amager, tí Thisted legði seg á odda. Amager javnaði fyri steðgin, og átta minuttir fyri tíð gjørdu teir sigursmálið. Andrew og Jónas vóru báðir eykamenn. Andrew kom á vøllin í steðginum, og Jónas spældi seinasta korterið av dystinum.