DANMARK 1. DEILD
Tað gongur stútt og støðugt hjá Horsens. Johan Byrial Hansen er fastur maður í verjuni, og kósin tykist vera trygg í superliguna ella jyda liguna, sum teir í Danmark næsta ár kunnu kalla superliguna. Um FCN og Herfølge fara at flyta niður, og um Horsens og SønderjyskE fara at flyta upp, so verða tað bara Brøndby og FCK, sum fara at umboða Sæland í superliguni, ið umframt OB bara fer at hava umboð úr Jyllandi.
Hesa ferð vann Horsens 1-0 á heimavølli móti Ølstykke. Gestirnir stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og teir vóru ógvuliga boysnir. Horsens málverjin vísti fleiri stórar bjargingar fram ímóti dystarenda.
SønderjyskE megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á útivølli í Gladsaxe móti AB. Harvið styrkti Frem um sína støðu. Frem vann 2-1 á útivølli móti Dalum, sum er næstaftast. Heimaliðið javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Frem, sum restaði fleiri av stuðulsspælarunum, ið vóru skaddir, at skjóta sigursmálið. Tá var fyrrverandi B36 unglingurin Jónas þór Næs komin á vøllin. Hann hevur í vár vant við besta liðnum, og einstakar ferðir hevur hann verið við. Gunnar Nielsen var ikki eykamálverji hesa ferð. Jón Rói Jacobsen var enn eina ferð tryggur miðverji hjá Frem.
Køge er størsti kappingarneytin hjá Frem um triðja plássið. Hesa ferð vann Køge 5-0 á Eysturbrúgv ímóti B93. Hjá gamla stórfelagnum tykist lítil og eingin vón at vera um bjarging.
Andrew av Fløtum hevði hesa ferð fingið pláss millum teir ellivu fyrstu hjá Fremad Amager, sum hevði vitjan av Skjold, ið hoyrir heima á Eysturbrúgv. Gestirnir løgdu seg framum beinanvegin, og teir hildu tørn alt fyrra umfarið. Eftir ein tíma skoraði Fremad Amager innanfyri tveir minuttir tvey mál. Sigursmálið skoraði Andrew av Fløtum. Hann sendi fyrst í stólpan, og eftir eitt sindur av aftur og fram megnaði hann liggjandi at skava bóltin í málið. Andrew var á vøllinum í 77 minuttir.
Fýra feløg stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Umframt B93, Dalum og Ølstykke er tað Næstved, sum hesa ferð tapti 2-0 í Vejle. Brønshøj, sum plaga at vera niðurflytingarhótt, vann hesa ferð 5-1 á heimavølli móti Fredericia, og nú skal ganga heilt illa hjá teimum, um Brønshøj skal flyta niður. HIK, sum leingi og púra óvæntað var við í kappingini um at flyta upp, hevur mist luftina. Hesa ferð megnaðu teir 1-1 í Nykøbing Falster.