Tey eru skelkað, óð og troytt, familjan Thomassen, sum stendur framman fyri heiminum á Leitisvegi í Miðvági. Tey peika og vísa hvar óhappið hendi, tá lítla dóttur teirra Jónhild varð ákoyrd mánakvøldið.
- Øll, sum búgva her á vegastrekkinum liva í einum ævigum ótta, og vit hava gjørt vart við ferðsluruðuleikan her í fleiri ár, sigur Nomi Thomassen (36), sum er mamma Jónhild, sum var so óheppin, at verða rakt av einum bili, tá hon skuldi yvir um vegin, at vitja vinkonu sína.
- Her búgva nógv børn, og tey spæla úti allan dagin, nú summar er og tey hava frí. Tey spæla sjálvsagt ikki úti á vegnum, men av og á noyðast tey yvir um vegin, tá tey skulu vitja hvønn annan, sigur Stig (37), sum er pápi Jónhild. Og hann vísir á, at tá ongin gonguteigur er, og tá bilarnar alla tíðina koyra alt alt ov skjótt, hava børnini ongan kjans.
Visti, at tað var hent
Og Nomi minnist løtuna, tá óhappið hendi. At hon er stødd í heiminum, tá ein kona kemur stórleypandi inn at siga henni frá. Men áðrenn hon fær sagt nakað, spyr Nomi ovfarin, um Jónhild er ákoyrd. Hesum játtar konan, sum tó sissar hana og hon greiðir varliga frá, at Jónhild er ákoyrd, men at tað ikki er álvarsligt.
- Eg visti tað í somu løtu, sum konan kom inn. Sá á henni, at eitt hvørt var áfatt, og tá visti eg beinan vegin, at Jónhild hevði verið fyri einari ferðsluvanlukku. Hetta sigur eitt sindur um óttan, sum vit alla tíðina liva við, sigur Nomi.
- Vit prísa okkum fyri, at tað var ein varin bilførari, sum koyrdi á dóttur okkara. Av tí at ferðir var so lág, var skaðin ikki størri, greiðir Nomi frá, meðan hon vísir á, at Jónhild, sum er seks ára gomul, fekk nakrar snuddir í ferðsluóhappinum, og sjúkrabilur flutti hana á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hon hevði brotið øsbeinið, skeiklað tummulin umframt aðrar smávegis snuddir á kroppinum.
- Dóttur okkara kundi verið steindeyð, um tað var ein sum koyrdi sum svakur, ella um tað var ein av teimum mongu trailarunum, bussunum og lastbilunum, sum heldur ikki koyra eftir umstøðunum, sigur Stig. Og hann sigur seg bæði vænta og vóna, at nakað fer at henda nú og at myndugleikarnir skipa fyri, at ferðin á ferðsluni, sum koyrir gjøgnum bygdina, verður tálmað.
Ferðin skal niður
Og Nomi leggur afturat, at børnini í Miðvági, sum ganga í 1. flokki, skulu í skúla í Sandavági, og tá tey skulu við bussinum klokkan 8 á morgni, mugu tey yvir um vegin, fyri at koma til busssteðgiplássið.
- Tá fúka bilarnir gjøgnum bygdina og børnini eru púra prísgivin og kunnu standa í fleiri minuttir og bíða eftir at sleppa yvirum. Tá so bussurin nærkast, renna tey bara avstað, so tað er til at blíva nervavrak av at búgva her, sigur Nomi uppgevandi.
Og abbi Jónhild, Jóhannes Hammer, sum er koyrilærari og hevur staðið hjá alla tíðina, leggur avgjørdur afturat, at:
- Teir koyra so svakt her, at tað er bara eitt at gera, og tað er at fáa ferðina niður. Tað nyttar ikki bara at seta skelti upp ella at gera gonguteigar. Tað mugu vera beinleiðis vegaforðingar, sum gera, at førararnir verða noyddir niður í ferð, tí tað er tað einasta teir virða.