Gongdin hjá VÍF hevur verið sera tung í ár, og mansliðið er í løtuni á niðurflytingarplássi í Atlantic Airways-deildini.
Í gjár tapti liðið stórt móti KÍF, og við tveimum vikum at fyrireika seg til næsta dyst, varð hetta av fleiri mett sum rætta løtan, um eitt venjaraskifti skuldi fremjast.
Og fyri løtu síðani kom tíðindaskriv frá VÍF, har boðað verður frá, at venjarin hevur sagt seg úr starvinum.
Nýggjur maður í sessinum er Harald Bjørgvin, sum í fleiri ár var ein av berandi spælarunum hjá VÍF.