Hondbóltur
Gongdin hjá VÍF hevur verið sera tung í ár, og mansliðið er í løtuni á niðurflytingarplássi í Atlantic Airways-deildini.
Sunnudagin tapti liðið stórt móti KÍF, og við tveimum vikum at fyrireika seg til næsta dyst, varð hetta av fleiri mett sum rætta løtan, um eitt venjaraskifti skuldi fremjast.
Í gjárkvøldið kom so tíðindaskriv frá VÍF, har felagið boðaði frá, at venjarin hevur ynskt at verða loystur úr starvi. Eitt ynski, sum leiðslan gekk honum á møti.
Nú uppsøgnin er avhendað, tykist tað vera ein hampuliga avkláraður Jónleif Sólsker, sum gevur sína meting um støðuna.
- Hatta er væl ein av teimum støðunum, har tað tænir liðnum best, um onkur annar sleppur framat. Eg kundi jú sjálvandi valt at halda fram og treiskast, men mín kensla er, at tað her og nú skal onkur broyting til.
- Samstundis eru 14 dagar til komandi dystin, so skuldi hetta stigið takast, so skuldi tað verða nú, og ikki tá tað bert vóru kanska tveir dystir eftir, sigur Jónleif Sólsker, sum ikki ivast í, at VÍF hevur liðið til at halda sær i deildini.
- Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og mín meting er framveigs, at spælararnir eru alt ov góðir til at liggja har, sum teir liggja. Eg veit, hvat teir standa fyri, og eg síggi, hvat teir levera undir venjing. Men onkursvegna samsvarar hetta als ikki við tað, sum verður avrikað til dystirnar, sigur Jónleif Sólsker.