Tann kendi eysturríkski politikarin Jørg Haider er deyður í einari bilvanlukku Formaðurin í Samgonguni fyri frælsi Eysturríkis, Jørg Haider, er deyður í einari bilvanlukku í heimbýnum Klagenfurt, sigur eysturríkska løgreglan.
Sagt verður, at Haider misti harradømið á bili sínum, tá ein annar bilur yvirhálaði hann. Úrslitið var, at floksformaðurin rendi út av vegnum. Haider, sum var einsamallur í bilinum, fekk skaða í høvdið og doyði stutt eftir.
Jørg Haider, sum var føddur í 1950 útbúgvin løgfrøðingur, var ein umstríddur politikari, tí hann hevði sera viðgongd sjónarmið á ymsum økjum, eitt nú viðvíkjandi innflytarum.