- Hetta hevur verið ein fínur túrur!
Tað sigur Jørgen av Vollanum, tá vit tosaðu við hann og mammu hansara á túrinum við Norrönu í Íslandi við Óla Jacobsen.
Jørgen hevur fyrr sagt í samrøðu við Sosialin, at eftir at dómurin, hann hevði hangandi yvir sær, varð avtikin, var hansara størsta ynski at sleppa ein túr við Norrönu, og tað ynski er nú uppfylt.
- Hetta hevur verið meiri spennandi, enn eg helt. Norröna er so stór, tað er tað størsta skipið, eg havi verið umborð, sigur Jørgen av Vollanum.
Hann sigur, at hann ikki hevur kent til sjóverk, hóast tað var ímótir upp til Íslands, og Norröna trampaði eitt sindur.
Hann hevur ongantíð áður verið við Norrönu.
- Nei, hetta er fyrstu ferð. Og hetta er ein dreymur fyri meg. Tað er ótrúliga flott umborð, so eg skilji væl, at Norröna er so dýr, sigur Jørgen av Vollanum.
Langtandi á keiini
Nicolina Debes er mamma at Jørgen av Vollanum, og tað hevur mangan verið hart at sæð sonin standa eftir á keiini, meðan búfelagar ella ítróttafelagar eru slopnir uttanlands við Norrönu.
- Ja, tað hevu rveirð hart. Eg upplivdi tað sjálv, tá vit fóru jólatúrin við Norrönu til Edinburgh. Tá stóðu øll búfólkini har á keiini, og øll skuldi við jólatúrin, men tá stóð Jørgen eftir á keiini saman við einum pedagogi. Tað var hart fyri eina mammu, sigur Nicolina Debes.
Eisini í øðrum førum hevur Jørgen staðið og langta eftir einari uttanlandsferð, sum hann ikki er sloppin við til.
- Tað var, tá hann vann føroysmeistaraheitið í boccia. Tá skuldi vinnarin sleppa við til Kina, men aftur tá mátti hann síggja, at onnur sluppu avstað, meðan hann mátti standa eftir, sigur Nicolina Debes.
Treytirnar linkaðu
Men hvussu kendi Jørgen tað so sjálvur at standa eftir á keiini, meðan onnur sluppu avstað.
- Tað var ræðuligt. Eg vildi sleppa við, men hvat skal man gera? Eg kundi einki gera, sigur Jørgen av Vollanum.
Skipanin hevur verið ógvuliga stirvin, heldur Nicolina Debes.
- Hon hevur verið ómetaliga stirvin. Serliga tey fyrstu árini vóru hørð. Tað var so hart, at hann slapp bara tríggjar tímar heim okkurt vikuskifti, og hann hevði tvey starvsfólk við sær, sigur Nicolina Debes.
Sum tíðin leið gjørdust treytirnar tó heldur linari, og hann slapp heim okkurt vikuskifti einsamallur, og seinastu árini er hann so sloppin heim einaferð um mánaðin. Men tað skuldi faksast tveir dagar framman undan til fútan.
- Og tá vit nú tosa um Norrönu skulu vit minnast til, at talan er um 20 ár, sum hetta hevur vart, og í fjør royndi eg at vita, um hann kundi sleppa ein túr við mær og manninum. Vit skrivaðu inn til fútan um hetta og fingu at vita, at hann kundi sleppa við, um vit boðaðu leiðsluni í Smyril Line frá, at Jørgen var við, sigur Nicolina Debes.
Stór byrða
Talan hevur verið um eina langa tíð, 20 ár.
- Drongurin er ikki kriminellur og hevur ongantíð verið kriminellur, so vit avlýstu túrin. Drongurin skal jú eisini hava eitt lív eftir hetta, sigur Nicolina Debes.
Sum nevnt hevur Jørgen verið føroyameistari í boccia, og nú hann hevur møguleikan aftur at sleppa út í verð, ætlar hann at gera meira við hendan ítróttin.
- Ja, tað ætli eg mær. Nú havi eg møguleikan aftur, og nú ætli eg mær veruliga undir at venja, sigur Jørgen av Vollanum.
Eisini hjá honum hevur tað verið ein sera hørð tíð.
- Eg kom jú niðri frá, og eg fór beinleiðis úr flogfarinum og inn í løgreglubilin og síðani til Havnar uttan at sleppa at heilsa upp á mammu, sigur Jørgen av Vollanum.
Nú er so sum kunnugt dómur avsagdur í málinum, og tað er ein stór byrða, sum er tikin av herðunum á ikki bara Jørgen, men eisini mammuni.
- Ja, tað er púra vist. Eg plagdi at siga við Jørgen, tá vit vistu, at málið fór at verða tikið upp: Slappa nú av, tað verður helst ikki so stór broyting, tí skipanin hevur verið leysari nú enn hon var framman undan. Men tað má eg siga, at byrðan var stór, tá hon fór av, tað merkir man ikki fyrr enn aftaná, sigur Nicolina Debes.
Hægri hond
Nú kunnu tey so liva normalt aftur, og kunnu koma og fara allastaðni, har teimum lystir.
- Nú eru vit ein normal familja aftur. Hetta hevur ikki bara gingið út yvir Jørgen, men eisini út yvir meg og alla familjuna, vit hava øll liðið undir hesum. Tey seinastu árini hevur hann kunnað sovið heima hjá mær og nú eisini heima hjá tí yngsta soninum, aðrastaðni kundi hann als ikki sova, sigur Nicolina Debes.
Hon skilir ikki, at tað kunna hava gingið 20 ár á henda hátt.
- At taka frælsið frá einum meniskja á henda hátt. Tað eitur so pent, at tey verða ikki dømd, tí tey eru menningartarnað, men veruleikin er tann, at tey fáa nógv strangari revsing, enn vanlig fólk fáa. Tað er eingin annar í Føroyum, sum hevur fingið ein 20 ára dóm fyri at seta eld á eina skrellispann, og tað var ikki eingang prógv fyri, at tað var hann, sum gjørdi tað, sigur Nicolina Debes.
Men onkusvegna hava tey funnið styrki at koma gjøgnum hesa truplu tíðina.
- Ja, vit hava fingið styrki at koma ígjøgnum hetta, og tað vil eg siga, at vit vistu, hvar vit skuldu heinta hesa styrki, og tað er tað, ið hevur borið okkum ígjøgnum. Tí tað hevur mangan verið myrkt, og man hevur følt, at man næstan var forlátin, men tað var ein hægri hond har alla tíðina, sum bar okkum ígjøgnum, sigur Nicolina Debes.
Og Jørgen av Vollanum er vísur í, at hetta ikki verður seinasta ferðin, at hann fer við Norrönu.
- Tað er heilt vist. Eg ætli mær við so ofta, sum eg kann, staðfestir ein fegin Jørgen av Vollanum, sum nú hevur fingið sítt størsta ynski uppfylt.