Óli Jacobsen
------
1. partur
Tey gomlu bløðini eru eitt gullnám full av søguligum tilfari. Higartil hevur kortini verið nokk so trupult at leita í hesum bløðum. Hetta letur seg kortini gera við teimum mikrofilmum, sum eru á Landsbókasavninum, og har øll bløðini eru við, heilt frá Dimmalætting í 1878. Men útgerðin at lesa filmirnar er ikki nakað serliga góð. Tí vóru at stór tíðindi herfyri, at tað endiliga var eydnast at fáa játtan til at digitalisera bløðini, sum tað kallast. Hetta merkir, at tað fer at bera til at leita i bløðunum í telduni heima við hús. Verður sóknast eftir einum navni, sum t.d. Jóannes Patursson, so kann lættliga finnast øll bløðini, har hann er nevndur. Hetta vildi verið ein kollvelting á hesum øki.
Tað ljóðaði, at henda digitalisering longu skuldi havt verið framd. Men so kom fram, at ætlanin varð seinkað. So er at vóna, at hetta ikki fer fyri bakka.
Sum tað framvegis er, so er tað ofta av tilvild, at komið verður fram á áhugavert tilfar. Men tað hendi nú um dagarnar, tá ið eg í einum Tingakrossi fyri 1904 kom fram á eina grein um Jørgen á Nesi.
Greinin var skrivað av Sverra Patursson, sum fyrst í greinini hevði hugleiðingar um útróður við opnum bátum, sum hann var tá. Ein tíð, sum skapti hetjur undir umstøðum, sum vit als ikki kunnu hugsa okkum í dag. Høvuðsinnihaldið í greinini er so ein samrøða við Jørgen, og er hon ein góð lýsing av hesi tíðini fyri meira enn 100 árum síðani.
Um Jørgen skrivar Sverri millum annað:
Ein hetja millum hetjur
Eg skal hesa ferð skrivað nakað lítið um ein av okkara ítastu útróðrarmonnum. Eg haldi, at teir, sum eru á odda í tí strævna og vandamikla fiskiskapi við opnum bátum eru verdir, at vit fult út forstanda teirra gerning.
Tá ið vit skulu taka ein fram og siga eitt sindur frá honum, so er ikki gott at velja burtur úr. Tí hvør er hann, ið tolir at nevnast fram um annan? Eru ikki mætir kappar í hvørji bygd, ja, á hvørjum báti næstan.
Og hvat váðaferðum viðvíkir, hvussu mangur veit ikki at siga frá, at “ta ferðina var tað ikki øðrvísi enn vit slitu upp land”, ella “vit visti ikki, hvussu vit komu fram” ella “har hugsaði eingin um lív.”
Ein hetja millum tær nógvu sjóhetjurnar er Jørgen á Nesi. Hann er nú ein maður uppá 62 ár. Hann hevur sitið í báti frá barnsbeini. Hevur flotið á sjónum alt árið runt “stundum í logn og møkum, stundum í ódn og hørðum tøkum”. Hann hevur roynt tær longu, kolsvørtu, ófýsiligu vetrarnæturnar so væl sum tað blíða stutta summarnáttsdimmið.
Mangur ein, sum nú er ungur, hevði neyvan rósað av at vera á einari av hansara røttu línuferðum. Eg stúri fyri, at at teimum vildu tykst eina slíka ferð heldur ófýsiliga og takka til at sleppa aftur til lands.
“Má altíð vera á sjónum”
Tað var eitt kvøldið í fjør summar nakað um skýming, at eg kom inn til Jørgen á Nesi. Í roykstovuni hitti eg eina fryntliga birga eldri konu, sum beyð mær at sita. Tað var kona Jørgen.
“Er Jørgen við hús?” “Nei, hann dyrgir, men nú man hann skjótt fara at vera aftur. Hann fór eina løtu út við barnabørnum sínum – hann má altíð vera á sjónum. Eg skal senda onkran at rópa hann at landi.”
“Nei, ikki nýtist, eg kann gott bíða, til hann kemur av sær sjálvum.”
Nú sótu vit og tosaðu um eitt og annað, um veðurlagið, um grøðina, og hvat ið fyrifall.
So kemur Jørgen inn og afturat árunum bar hann ein stóran byrðarleyp, smokkfullan av seiði og reyðfiski, sum hann setti á roykstovugólvið.
“Gott kvøld, tygum hava fingið eina rætta veiðu á dyrging.”
“Ikki veit eg, tað var sovorðið smátt, eg hevði við mær.”
“Væl hevur borið til álíkavæl... ja, eg vildi ellars orðað eitt sindur við tygum, um tað ber tygum til”, skundaði eg mær at siga, tí eg sá, at hann gjørdi seg til at kryvja alt fyri eitt.
“Gaman í tí .. nei seiðurin vildi ikki bíta væl í kvøld, men so fingu vit nakað fitt av reyðum”. Og so leitaði hann í leypinum og lyfti teir størstu reyðfiskarnar upp eftir stertinum.
Ja, stórir vóru teir, og Jørgen kíndi við eygunum, somuleiðis sum bóndin ger við sínar bestu kýr ella sín besta seyð.
“Hvar er livrarfatið?” spurdi hann, og so setti hann á at kryvja, meðan vit tosaðu um fisk og fiskiskap inntil konan kom og segði, at kaffið var liðugt, og at ljós var tendrað í stovuni. So legði hann knívin frá sær og vaskaði sær, og so fóru vit inn.
Meðan vit sótu væl hýrdir við kaffikopparnar, fekk eg góðar stundir til at skoða henda merkismannin, sum hevur sveimað runt allar føroyastrendur við línu síni. Aldurin hevði merkt hann ikki so lítið, men útslitin vísti hann seg ikki at vera. Tað var vist seigt sum var eftir av honum, og hann var ivaleyst enn førur fyri longri sjóferðum.
Hevði fiskað um alt landið
“Tygum hava farið víða um á fiskiveiði, havi eg frætt”.
“Á jú. Eg havi verið bæði á Norðhavinum og Vesturhavinum, heimaleiðirnar rokni eg ikki uppí. Eg havi verið við línu um Viðoynna og Fugloynna, Borðoynna og Kalsoynna. Frá Eiði havi eg roynt eystur móti Gjógv og runt Nólsoynna, frá Kirkjubønesi vestur eftir heilt undir Sørvágsbjørgini. Eg havi roynt runt Stóru Dímun og frá Søltuvík vestur á Trøllhøvda og eystur aftur innan fyri Sandoynna – vestur til Skarvanesar.”
Ja, hetta var víða rásað, so víða at ivaleyst eingin ger honum tað eftir – ikki eingang kendi útróðrarmaðurin Jóan Karl á Skála! Og í tí sama rann mær í huga, hvat ein framligur eystringur hevði sagt við meg: “Tit halda so lítið um eystringar, men hvar finna tit betri útróðrarmenn. Tað kalli eg dugnaskap, at okkara útróðrarmenn føra stóra veiðu heim frá tykkara sjó-leiðum.” Ja, eg kom hesi orð hansara í huga, og sannaði tey, tá ið Jørgen segði frá ferðum sínum.
“Hvat halda tygum geva meira vinning, snørið ella línan?”
“Tað er sum á ber. Yvirhøvur man línan vinna. Hann ið hevur nakað fyri hendurnar á landinum og bara uppí millum søkir sjógvin, stendur seg tó betur við snøri. Út frá landi í ringum sýni er línan gjarna hentari.”
“Duga tygum at síggja nakran mun á fiskiskapinum í tygara tíð. Er framgongd ella afturstig.”
“Framgongd. Tað verður fiskað meira nú enn fyrr uppá bátin.”
Meðan vit sótu soleiðis og tosaðu kom dóttir hansara og beyð okkum uppí aftur kopparnar. Systkini vóru júst eitt dusin í tali, 8 dreingir og 4 gentur (ein gentan var deyð).
Nú eru øll tilkomin og tey flestu gift og komin sær væl fram.
Allir synirnir hava stigið í faðirsins fótaspor og hava kjósað sær sjógvin, og ikki kann sigast annað enn, at teir bregða til hansara bæði i reystleika og dugnaskapi. Fleiri av teimum eru skiparar, summir bestamenn og aðrir dugandi skipsmenn.
Mangan í vanda á sjónum
At ein slíkur sum gamli Jørgen, sum so leingi og so dúgliga hevur søkt sjógvin ofta hevur verið í vanda staddur, er vituligt. Soleiðis er at taka til ein landsynningsdag á Norðhavinum, tá Degn við Gauntlet fekk fatur á bátin og førdi Jørgen við mannskap inn til Víkar.
Eina aðra ferð var hann við línu á Høkilinum og hevði júst blakað tað seinasta flotið út, tá hann knappliga brast á av norðri. Fýramannafarið høvdu teir, og vindurin var skjótt so nógvur, at tað gekk upp hjá teimum at hava hann framyvir. Línuni vildi teir ikki gjarna skiljast frá, men fóru beinanvegin at taka upp aftur. Men so fingu teir eisini roynt seg og bát inn til Borðuna. Har stóðu nólsoyingar og veittraðu teir at landi, og pøstir, sum teir vóru, lótu teir sær eftirlíka, tó teir ikki endiliga høvdu ætlað sær at seta upp. Fleiri toftabátar og nólsoyingar vóru upptiknir har.
Minnist meg rætt var hetta sama ferðin, sum Jákup í Lon lat seg úr og gav einum útróðrarmanni, sum illa var komin á holdum, klæðir síni.
Fyrstu ferð Jørgen var uttanborða var fyri støðni á Toftum. Báturin fór runt, sum hann var í. Tá var hann smápiltur. 15 ára gamal var hann eina aðru ferð við til Havnar eftir doktara og slapp tá á heimleiðini at vita, um tað var líka makligt at sita uttaná sum inni í bátinum. Doktarin, hann æt Petersen, mundi sjólátst, hevði ikki Jørgen fingið í lag at stinga arm hansara inn í homlubandið, tá ið teir høvdu fingið vent bátin við aftur. Fólk høvdu sætt av landi og komu skjótt til hjálpar.
Eina ferð, meðan hann var á seiðabergi, datt hann á sjógv. Ein dóttur hansara, sum var við og gjaraði út, var hjartkipt, tá hon sá faðirin svambla útfyri, tí at djúpt var.
Men ikki vardi leingi, so stóð hann aftur á klettinum og fiskaði í tí váta karminum, sum um einki var hent.
Jørgen, den dygtige Baadfører
Fyri kortum komu út tær áhugaverdu endurminningarnar hjá Onnu Evensen. Hon var gift við Jens Christian Evensen, sum var próstur á Nesi seinast í 19. øld. Anna greiðir eisini í bókini frá tíðini á Nesi. Hon umrøður eisini Jørgen og ein son hansara í sambandi við ferðing til Havnar. Anna sigur frá:
En Gang, for mange Aar siden, skulde der hentes en Læge fra Thorshavn til Næs. En ung Mand, Jørgen, sejlede efter ham. Paa Tilbagevejen, kæntrede Baaden og begge faldt i Vandet. Den 16-17 aarige Jørgen reddede Lægen og svømmede med ham hen til en Klippe, der ragede op af Vandet. Heldigvis havde man observert Ulykken inde fra Land, og der kom saa en “Ottemandsfarer” ud og bjergede dem.
Senere blev Jørgen gift og fik en seks, syv Sønner, og en af dem førte vor Baad, naar vi skulde til Thorshavn. Hændte det, at vi skulde ud paa en længere Tur og gamle Jørgen var med, sang han altid en Salme, naar vi stødte fra Land. “I Jesu Navn saa farer vi”. Medens den blev sunget, sad Jørgen og de andre Roere med blottet Hoved. Det var saadan en smuk Skik. I Reglen sang alle Fiskere denne Salme, naar de sejlede ud. Kom de i Havsnød, lovede de Kirken i Vaag paa Suderø, Offergaver, som Regel Penge.
Mange Aar efter, kuldsejlede Jørgen og druknede, han der var en af Færøernes dygtigste Mænd til at manøvrere Baade i de farlige Farvande. En Gang ved Juletid skulde min Datter Elisabeth og jeg til Thorshavn. Vor Baad blev sat i Vandet og bemandet med de 6-8Mænd, der plejede at ro vor Baad (de roede efter Tur). Jørgens Søn, der var Formand for Roerne, var meget dygtig og det var ingen Sag at sejle.
Sejlturen fra Thorshavn
Men da vi havde gjort vore Indkøb og skulde til at sejle hjem, var det begyndt at mørkne og Blæsten var taget til. Da vi var kommet langt ud paa Fjorden, hvor Blæsten rigtig havde Magt, slog Bølgerne højt om Baaden. Blandt Roerne var der en stor Kryster, han blev bange og holdt op med at ro. Pludselig drejede Baaden rundt, det var meget uhyggeligt, men det var nu ikke den Gang vi skulde dø. Formanden var meget vred og skældte Krysteren ud: “...Naar du en anden Gang bliver sat til at ro, har du bare at blive ved med det, indtil du faar Ordre om at holde op...”. Diciplin maa der jo være. Formanden spurgte om vi var bange: “Nej, det er vi ikke”, svarede jeg “thi kan De komme hjem, kan vi ogsaa”. Men hjemme paa Næs var de meget urolige for os. Min Mand og de andre gik og kiggede efter os.
---------
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá ið Jørgen “stjól” konuna av Syðradali