Jørgen Niclasen elvdi til harðligt kjak

Fólk hava greiðar meiningar um boðskapin, men ein viðmerkjari minnir kortini á, at tað er ikki so langt síðani, at fleiri túsund føroyingar sjálvir vóru í somu støðu

Eru flóttafólk kriminella svín, og neyðtøkumenn, ella eru tey bara fólk í svárari neyð, sum vit eiga at hjálpa. Og er tað munur á muslimskum og kristnum flóttafólkum?

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur elvt til hvast og eldhugað kjak, eftir at hann tók spurningin um flóttafólk, og tilflytarar, upp á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin. Hann segði, at fyri Fólkaflokkin hevur tað avgerandi týdning, at Føroyar fyrst og fremst eru fyri føroyingar og at vit skulu ikki hava flóttafólk í Føroyum.

Tá ið vit umrøddu hetta her á in.fo leygardagin, elvdi tað til eitt eldhugað kjak, men tað er eitt kjak, har orðavalið eisini til tíðir hevur verið bæði óstortsligt og ófantaligt.

Í hesum sambandi eru tað nógv, sum eru samd við Jørgen Niclasen, tí tey halda, at vit skulu ikki taka flóttafólk til Føroya. Summi vísa á, at talan talan kann ikki vera um at taka flóttafólk til Føroya, tá ið vit ikki klára at útvega okkara egna fólki tak yvir høvdið.

Summi gera stóran mun á muslimskum og kristnum flóttafólkum, og tað er ikki hissini skoðsmál, muslimsk flóttafólk fáa, tí tey verða kallað bæði kriminellu svín og neyðtøkumenn, sum vit ikki skulu hava í Føroyum.

Onnur vísa á, at tað munur á fremmandafólki úr Asia, Póllandi, o.s.fr, og so flóttafólki aðrastaðni frá.

Men so eru tað onnur, sum halda, at tað, hetta snýr seg um, er at hjálpa fólki í svárari neyð, og tey øtast, at munur verður gjørdur á, hvørja trúgv, flóttafólk hava. Onkur kallar mótstøðuna ímóti flóttafólkum fyri nazistiska lívsáskoðan, og onkur, sum er gift við útlendingum harmast um, at hjúnafelagi teirra, og børn teirra, ikki er vælkomin til Føroya.

  

Ein tilflytari heldur, at tað er sera óhugnaligt at lesa allar hesar viðmerkingar, serliga tá ið vit vita, at Føroyar eru eitt av teimum ríkasti londum í verðini. og ein annar viðmerkjari spyr um tað finst so nógv hatur í føroyingum, sum nakrar av viðmerkingum benda á.

Men so er tað eisini ein viðmerkjari, sum heldur, at føroyingar eru stuttmintir. Hann minnir á, at tað er ikki longri síðani enn 20 – 25 ár síðani, at Føroyar vóru í kreppu og tá rýmdu ímillum 5.000 og 10.000 føroyingar av landinum undan trupulleikum, sum vóru "piparnøtir" samanborið við tað, onnur flóttafólk líða undir.

Men føroysku flóttafólkini vóru so heppin at hava ein bjargingarbát í Danmark, sum loftaði teimum, men hini neyðardýrini hava ongan góðan nakrastaðni.

– Føroyar kunnu ikki taka ímóti øllum, men okkara samleiki og mentan høvdu ikki farið av knóranum, hóast vit eftir førimuni hjálptu og tóku ímóti nøkrum teirra. At halda uppá, at vit skulu hjálpa á staðnum, letur seg, sum viðurskiftini eru, ikki gera, men er ber undanførsla, sigur ein viðmerkjari.