Jørgen Niclasen veit ikki hvussu trupulleikin skal loysast

Tað elvir til trupulleikar at vit keypa so nógv á internetinum Jørgen Niclasen hevði eina loysn, men fekk ikki undirtøku

– Eg kenni til trupulleikan, men eg havi ikki loysnina. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Enn einaferð er spurningurin um at føroyingar keypa ymsar vørur á internetinum, reistur á Løgtingi.

Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum vildi hava at vita um nøkur ætlan er at javntseta føroyskar handlar og nethandlar. Hann minnir á, at Handilsvinnufelagið hevur víst, at tað er kappingaravlagandi, at vi kunnu keypa fyri 300 krónur frá útlendskum handlum á internetinum, men keypa vit úr einum føroyskum handli, eisini einum føroyskum nethandli, skulu vit rinda 25 prosent í mvg av øllum.

Jørgen Niclasen, sigur, at hetta er ein gamal trupulleiki. Eitt lágmark upp á 300 krónur varð sett á fyri at, spara umsiting og tí at er órímiliga dýrt, at ein vøra skal kosta meiri í avgjøldum av ymsum slagi, enn hon kostar at keypa.

– Tað er ikki rímiligt, at ein, sum keypir eitt smáting á interntinum uttanlands fyri 50 krónur, skal rinda 150-200 krónur í avgjøldum av ymsum slagi, sigur hann.

Hann sigur, at hann kundi hugsað sær eina skipan, har øll, sum innflyta eina vøru, rinda 25 prosent í avgjaldið og tað skuldi vera tað og so skuldi onnur onnur avgjøld rindast til Posta og alt møguligt.

Men tað tekur Taks ikki undir við, tí tey eru bangin fyri, hvussu tað verður at umsita, sigur landsstýrismaðurin.

Handilsvinnufelagið hevur nevnt, at føroyskir nethandlar eisini kundu selt fyri 300 krónur mvg frítt.

– Men tað hevði so aftur verið kappingaravlagandi fyri teir handlar, sum ikki hava nethandil, sigur landsstýrismaðurin.

– Málið er ikki einfalt og eg kenni trupulleikan, men eg havi ikki loysnina, sigur hann.

Partamaður hansara, Beinir Johannesen heldur ikki, at bæði útlendskir nethandlar, og føroyskir nethandlar, skulu gava kappingarfyrimun fram um vanligar handlar.