Álítlandi keldur vilja vera við, at tað verða Jørgin Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard, sum koma at manna landsstýrissessirnar hjá Fólkaflokkinum Hóast hetta ikki er alment, so bendir nógv á, at tað verða tey trý fólkini, sum leingi hevur verið gitt, sum koma í Tinganes fyri Fólkaflokkin. Vit hava tó ikki fingið hetta endaliga váttað.