Jørmund Vágadal: Flúgving! Ræðslað!

Hølvaður ígjøgnum og niðurgjørdur av John Petersen, trúðboðara myndaði hann meg sum eitt útskot ímillum bygdafólki í Sandavági í samband við konfliktir á flovøllinum í Vágum í 1995

Eg dittaði mær at gera viðmerkingar um hetta mundið og viðmerkingar, sum eg metti vórðu verdar at viðmerkja, serliga við atlitið til mínar royndir, sum altjóða ferðamaður við flogfeløgum runt heimin, eisini Atlantsflog, Maersk og Icelandic o.s.v.

Nú fleiri ár aftaná havi eg undrað meg yvir, hví sami John Petersen eftir uppruddingina í Atlantsflog, legði so harðliga til bráts ímóti mær persónliga, og spilti og niðurgjørdi meg yvir fyri bygdafólkinum, ikki bara meg, men eisini svertaði flogternurnar hjá Atlantsflog út, sum nullitetar og útvaldi seg sjálvan sum umboðsmann fyri Maersk Air og teirra luksus flúgvara: ?Flyv med Maersk og nyd Deres luksus?.

Fær John pengar undir borðið ella hví kennir John seg betur umborð á Maersk flogfarinum í mun til Atlansflog, sum um at Atlantsflog ikki dugir at flúgva til Føroya líka so væl sum Maersk?
Salomon kongur segði á sinni? Slík fáfongd?, og onki er nýtt undir sólini.
Eg havi flogið við alheimsins flogfløgum runt alla verðina og kenni eg meg eins væl umborð á Atlantsflog sum umborð á IBERIA.

Aggressiva umboðanin hjá John Petersen fyri MAERSK fær ein at hugsa um strámenn tí:

Verunleikin er:
1. Icelanair Air roynir kreftir í stilli og toku í 1970 og rennir á Knúkin í Mykinesi (eg og konan komu lagnunarligasæð at búgva hjá stjóranum í Icelandair í Reykjavík um tað mundi) og fingu óoffisielt at hoyra, hví hetta hendi).
2. Maersk Flogfarið (Fokker) steðgar á neybreytini og havarerar totalt (eg haldi tað var í 1974)
3. Fokker Dan Air lendir í Bergen. Trupuleikar við næsahjólinum.
4. Atlantsflog bremsar í regni og steðgar uttast á eystaru breytini uttan skaða. (pápi og eg sótu og fiskaðu síl á vatnium hetta summarkvøldið.
5. Maersk Flogfarið á veg til Føroya ár 2001, 10 secund frá samanstoytið í cruisinghædd, uttan at Maerks flogskiparin varnaðist vandan.
6. Maersk Flogfarið roynir lending í gjár tann 24. apríl í ringastu flúgvi-ætt og roynir kreftir ímóti náttúruni, hetta, sum í 1998 vendi danska herðnaðarflogfarðinum á høvði.
(sjálvandi havi eg gloymt okkurt, men eftir besta minni)

Ræðslað!
John Petersen, kom ikki og sig, at hesi óhapp vóru av tilvild.
25 ára royndir flogskiparar eiga ikki at seta fólk í vanda.
Eg havi persónliga tætt samband við okkara flogskiparar og havi turkatrúgv uppá , at teir duga væl at flúgva upp á Føroyar.
Turbulens var ikki nakað, sum Annfinn Kallsberg ella Høgni Hoydal funnu uppá ella eiga æruna av. Turbulensin var bara her og hon verður verðandi, eisini eftir loysingina.

Flogskiparin henda lagnudagin hjá Maersk eigur ikki at sleppa at flúgva aftur til Føroya, í hvussu so er, ikki uttan at missionerurin í Sandavági er umborð og situr í cocpittinum (stýrihúsið).

Sálarhjálp:
Annars so havi eg roynt at greitt ferðafólkunum frá á Maersk flogfarinum, at teimum nýtist ikki at fara til Danmarkar og finna sálarhjálp.
Addressan finst uppi í Giljahaganum í Sandavági hjá John Petersen ? yvirnatúriligur guru hjá Maersk.