Tú ert perlan hjá okkum,
dýrgripurin vit fingu.
Tú gavst okkum lívið,
sum smá vit um teg gingu.
Tú vart eins og morgunglæman,
hvussu myrk náttin var,
so var ljósið frá tær,
brátt til áljósan dag.
Tú vart gleðin í heimi,
ein kjarni av kæti.
Barnanna kelda við gleimi,
sálanna fylla av mati.
Lívsgleðin hjá tær tín styrki,
trúðfestið í tær tín verja.
friðsælan um teg títt yrki,
tí kundi einki teg berja.
Tú dýrabara perla
sum gulleplið í hjarta,
vit teg goyma.
Takk at vit fingu teg,
tú leiddi okkum lívsins veg.
Hans Jacobsen