? Tað hevur verið eitt av mínum høvuðsynskjum at fáa økt játtanina til Mentanargrunnin, og á fíggjarlógini fyri ?99 verður játtanin økt úr 1,7 mió. kr. upp í 2,2 milliónir krónur.
Hetta sigur landsstýrismaðurin við mentamálum Signar á Brúnni, og hann avdúkar eisini, at játtanin til sjónleik verður økt við 300.000 krónum komandi ár.
? Haraftrat fáa bókasøvnini eisini slakar 900.000 krónur meira í játtan á komandi fíggjarlóg, sigur Signar á Brúnni.
nic