Jack Kampmann í Føroyahúsinum

tíðindaskriv

Føroyahúsið byrjar aftur eftir summarsteðgin. Fyrsta tiltakið er framsýning við myndum hjá Kampmann, sum hevði stóran týdning fyri føroyska list í fimtiárunum.




Fernisering við myndum hjá listamanninum Jack kampmann (1914  1989) verður sunnudagin 13. august kl. 15  17. Føroyahúsið skipar fyri saman við Galleri A`Creation í Vendersgade, sum eigur tær nógvu myndirnar. Undir ferniseringini fer listamaðurin Jørgen Tang Holbek, sum arbeiddi saman við Kampmann, at siga frá Kampmann, hansara list og hansara týdning fyri føroyska list í 50`unum og 60`unum.
Jack Kampmann var av dosnkum fólki, men vaks upp í Onglandi og USA. Hann varð sendur við breska herinum til Føroya, har hann fann gentu sína, giftist og búsettist í Vestmanna. Kampmann var sera aktivur listamaður og royndi fleiri teknikkir. Føroyska umhvørvi var av alstórum týdningi hjá honum, og hann hevði eisini sjálvur týdning fyri listarligu menningina í Føroyum í mong ár. Í sekstiárunum fluttu tey til Danmarkar.
Føroyahúsið bjóðar vín og leskimeti undir ferniseringini. Kaffistovan er opin kl. 14  18

Kaffistovan letur uppaftur
13. august byrjar vanliga virksemi aftur í stovuni í Føroyahúsinum. Opið er allar gerandisdagar kl. 14  18. Tá ið tiltøk eru, er opið út á kvøldið.Nýtt fólk er sett fyri Maibritt Jóhannesen, sum fer at lesa.. Gert Róðá fer nú at standa fyri kaffistovuni. Hann er 35 ár og hevur arbeitt innan fyri bakara- og kokkayrki og eisini við diskin.
Týsdagin 15. august verður fyrsti døgverðin, har borðreitt verður við knettum og knettasuppu, kaffi og lagkøka fyri. Eftir døgverðan syngja vit summarsangir og onkur ferðafrásøgn verður eisini. Døgverðar vera sum vant hvørt týskvøld kl. 17.30.
Fótatraðk eigur fyrsta dansikvøldið 2. septembur og Listafelagið ferniseringina 3. septembur, tá ið Høgni Egholm Magnusen fer at hava framsýning. Listafelagið skipar eisini fyri kafékvøldi 1. septembur við, har fotografurin Bárður Eklund fer at siga frá.

Føroyskur partapolitikkur í 100 ár
Ymisk sertiltøk eru hvørt hálvár. Í heyst verður fokus sett á føroyskan politikk politikk, nú tveir teir elstu flokkarnir rundað 100 ár. Hetta fer at vera gjørt við søguligari frásøgn, orðaskifti og pall-borðsfundi.
Tann væl umtókta vínveitslan verður 7. oktobur og mentanarnáttin 13. oktobur. Bókavørðurin fer at leggja tveir bókadagar til røættis 17.  19. novembur, samtíðis sum danska bókamessan er í Forum. Feløgini skipa fyri dansikvøldum, kafékvøldum og venja í húsinum. Kvinnufelagið hevur fleiri áhugaverd evni á skránni. Tey eru eisini komin væl áleiðis við einum minnisritið um felagið 1944  2006 og leita eftir myndum, sum kunna vera við at siga søguna um hetta virkna felag.